EB/Streyur hevur gjørt avtalu við 19 ára gamla Dánjal Davidsen, sum uppvaksin í HB. Heimasíðan hjá EB/Streymi skrivar, at undir havnamaðurin er vinstrabeintur og skal verða við í kappingini um at spæla á vinstra bakki. Í fjør spældi John Heri Dam og Símun Eliasen á hesum plássi, men hvørgin teirra er at finna í EB/Streymi nú. Í onkrum venjingardysti hevur venjarin roynt álopsspælaran Leif Niclasen á vinstra bakki.