Ein býtúrur í Havn í nátt varð ein dýr søga hjá einum ungum bygdarmanni. Hann var farin til Havnar í bili og í Havn tók hann nakað ríkiligt til sín av tí váta slagnum.
Men ta heilt skeivu avgerðina tók hann tá ið hann so tíðliga í morgun gjørdi av at koyra heimaftur.
Tað gekk eisini fínt - til hann kom á Kjalnestanga, sum er tað krappa svingið norðast í Kollafirði, áðrenn farið verið norður í Sundini.
Har misti hann tamarhaldið á bilinum og fór útav.
Løgreglan sigur, at tað var klokkan 5.30 í morgun, at tey fingu boð um, at ein bilur var farin út av á Kjalnestanga.
Ein annar bilur kom framvið og sá at ein bilur lá við síðurnar av vegnum. Tey sóu eisini, at tað eyðkenda reyða og hvíta løgreglubandið var ikki spent rundan um bilin, sum er tekin um, at løgreglan hevur verið á staðnum. So tey ringdu til løgregluna.
Løgreglan var beint við og tá ið tey komu á staðið sóu tey, at talan var um ein ungan drong, sum var farin út av.
Løgreglufólkini høvdu illgruna um, at hann hevði drukkið og tá ið hann blásti í alkomátaran, vísti hann meiri enn 1,5 promillu, so bilførarin misti koyrikortið á staðnum.
Bilførarin, sum var 19 ára gamal, hevði annars ongan skaða fingið, men varð kortini førdur á Landssjúkrahúsið, har blóðroynd varð tikin av honum.
Løgreglan sigur annars, at bilurin fór í knús.
Annars hevur tað verið merkisvert friðarligt alt vikuskiftið, sum løgreglan málber seg. Tað hevur verið nógv fólk í býnum, men alt er farið friðarliga fram, í hvussu so er hevur løgreglan ikki fingið boð um nakað.