Ungu menninir fáa møguleikan

Dánjal á Lakjuni, sum skoraði fyrsta ÍF málið, er ein av fleiri ungum spælarum, sum fáa møguleikan í Fuglafirði

Enn er langt á mál, áðrenn ÍF heilt er sloppið undan hóttanini av niðurflyting. Men trilvaligi sigurin á 07 Vestur ber við sær, at lagið er gott, og at tað er gott mót í Fuglafirði um, at tað skal bera til.

18 ára gamli Dánjal á Lakjuni er ein av teimum, sum rættuliga hevur fingið møguleikan í ár. Hesa ferð hevði hann meiri sentralan leiklut, enn hann ofta áður hevur havt, tá ið hann fyri tað mesta hevur verið ytstur í høgru á miðvøllinum.

Hesa ferð var byrjanin hjá Dánjali flúgvandi. Hann legði ÍF framum, tá ið ein minuttir var farin:

- Andy Olsen sendi bóltin ímóti málinum, málverjin hálvbjargaði, og tað gjørdi hann eisini, tá ið Øssur Dalbúð royndi seg. So setti eg bóltin í tað síðuna, har málverjin ikki var.

20 ára gamli Øssur Dalbúð hevur spælt lítið í NSÍ, har hann fyri tað mesta hevur verið skiftur inn, tá ið ein lítil løta hevur verið eftir at spæla. Hesa ferð var hann á vøllinum allar 90 minuttirnar.

Ein annar blaðungur spælari, sum fekk møguleikan á ÍF liðnum ígjár, var 16 ára gamli Ari Ellingsgaard. Hann varð skiftur inn, tá ið tað restaði eitt korter. Lítla løtu seinni var hann við í triðja ÍF málinum. Hann legði bóltin væl innfyri, og har var ein av verjuspælarunum so óheppin, at hann við beininum stýrdi bóltin í málið.

- Vit kundu havt skorað fleiri mál, tí vit høvdu fleiri góðar møguleikar. Fyrstu løtuna, eftir at vit vóru komnir framum, vóru vit eitt sindur aftarlaga, men seinni í 1. hálvleiki og í 2. hálvleiki høvdu vit møguleikar at skjóta fleiri mál, heldur Dánjal á Lakjuni.