Ungu badmintonleikararnir knýttu bond yvir landamørk

Í vikuskiftinum skipaði Badmintonsambandið fyri Junior Faroe Islands Open 2016, har ungir leikarar úr Grønlandi og Íslandi luttóku saman við heimligu ungdómsleikarunum. Hetta var fyrstu ferð í nýggjari tíð, at ein badmintonkapping bleiv skipað í Føroyum við altjóða luttøku. Úr Íslandi luttóku 20 leikarar saman við tveimum venjarum, meðan ferðaliðið úr Grønlandi taldi fýra leikarar saman við tveium venjarum, harav tann eini var grønlendski landsliðsvenjarin Rune Svenningsen.

 

Kappingin eydnaðist til fulnar. Gestirnir lótu sera væl at vitjanini í Føroyum, har tey umframt nógvar dystir móti føroysku leikarunum fingu høvi at síggja eitt sindur av vakra heimlandið okkara. Á túrinum blivu nógv vinarbond knýtt millum ungu leikararnar úr teimum trimum londunum í Útnorði, sum hava stóra áhugan fyri badminton í felag. Luttakararnir søgdu seg vera áhugaði í at luttaka aftur næstu ferð. 

- Vit hava lært eina rúgvu av hesi fyrstu kapping okkara, sigur Erik Engelbrecht Thomsen, formaður í Badmintonsambandinum.

- Eitt nú hava vit nú myndir og søgur frá gestunum at brúka í altjóða marknaðarføringini næstu ferð, soleiðis at vit tá kunnu bjóða luttakarum úr fleiri londum til Junior Faroe Islands Open 2017. Okkara egnu leikarar eru eisini sera væl nøgdir við at fáa nýggjar avbjóðingar.

Á myndunum sæst hvussu kappingin í Badmintonhøllini í vikuskiftinum hilnaðist.