Anna Malan Jógvansdóttir hevur útgivið annað yrkingasavn sítt. Savnið kallast Korallbruni. Fyrsta yrkingasavnið, Undirfloyma, kom í 2015.
Anna Malan Jógvansdóttir er ættað úr Nólsoy, hon er fødd í 1995, í løtuni gongur hon á Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Í 2016 lat Mentamálaráðið henni Virðisløn til ungt listafólk.
– Í fyrra savninum ferðaðust vit í myndum og yrkingum gjøgnum ein holdbundnan og stundum ræðandi vakurleika ímóti einum heimi, har eymleikin kundi hómast. Í savninum Korallbruni hevur Anna Malan hevur flutt seg bæði í mun til innihald og formtilvit. Savnið er eitt umfar um eitt eg, ið druknar seg fyri at gerðast eitt við havið. Aftaná deyðan upploysist likamið og verður etið av krabbum og krossfiskum. Ein taraskógur veksur úr rovinum, soleiðis gerðst egið aftur eitt við havsins og náttúrunar ringrás.
Høvundin sigur at savnið er ein roynd at skriva seg vekk frá menniskjanum og út í natúruna, so hon kann sleppa at ráða. Her arbeiðir Anna Malan út frá einum sokallaðum posthumanum og natúrheimspekisleiddum rákið, ið er sterkt í hesum døgum innan innan list og skaldskap í Norðurlondum. Savnið minnir okkum um, at vit eru noydd at endurhugsa okkara støðu í heiminum, at tað materiella, ikki bert er deytt, óvirki, men júst sum yrkjarin vísir okkum, nakað sum er ein partur av øllum og av okkum sjálvum.
Anna Malan Jógvansdóttir hevur sjálv myndprýtt yrkingasavnið, sum Forlagið Eksil gevur út.