Ungir russar taka lívið av sær

Støðugt fleiri ungfólk í Russlandi taka lívið sær, og avleiðingin er, at í dag er talið á sjálvmorðum í Russlandi næstan tríggjar ferðir størri enn meðaltalið fyri heimsins lond. Sambært teimum almennu hagtølunum fremja 4.000 millum 15 og 19 ára fólk í Russlandi sjálvmorð um árið.

Russiskir fjølmiðlar greiða frá teimum seinastu sjálvmorðunum. Í einum føri lupu tvær gentur av takinum á einum íbúðarbygningi, og hetta var triðju síðani í oktober, at tvey ungfólk hava valt at taka lívið av sær saman. Løgreglan kannar málið, og hon kannar eisini eitt mál, har ein 12 ára gamal drongur í Sibiria hongdi seg heima við hús.

Zurab Kekelidze, sum er embætismaður í russiska heilsumálaráðnum, sigur við fjølmiðlarnar, at tað er neyðugt at leggja størri dent á sálarfrøðiliga vegleiðing í skúlunum.