- Endamálið við handlinum er at fólk skulu kunna keypa ta bíligastu CD?ina og bíligasta DVD?in hjá okkum, siga Emil og Kjartan.
Sambært teimum báðum eru hesir prísirnir í Føroyum ikki veruleikakendir, men alt ov høgir. Men tað ætla teir nú at bøta um.
Teir hava tí stovnsett online-handilin við heitinum flogan.net, har úrval og prísir eru at síggja, eins og møguleiki er at bíleggja sær fleiri av hesum vørum.
-Vit vóna, at nógv fara at taka undir við ætlan okkara, siga teir báðir spentu tannáringarnir.
Íløgu í vørur
Kjartan er vaksin upp og býr í Føroyum, og dugir tí væl føroyska málið, meðan Kjartan er hálvur føroyingur. Hann er føddur í Danmark, og skrivar og tosar tí bara danskt.
Emil flutti úr Danmark til Føroyar fyri at ganga í 10. flokki, og skal aftur til Danmarkar í summar.
Í Føroyum hevði hann ikki altíð so nógv at gera í frítíðini, so hann avgjørdi tí at fara undir vinnuligt virksemi.
- Eg setti allan sparipeningin í vørur. Síðani gjørdi eg mær eina heimasíðu, og nú er handilin so smátt farin í gongd, sigur Emil.
Eftir skúlatíð
Talan er her um ein internet-handil, og tí verður bara selt gjøgnum internetið. Av hesi orsøk er einki stað ella bústaður, har ein kann fara og hyggja eftir vørunum.
Teir miða kortini eftir at hava fasta telefontíð millum kl. 16 og 20, har teir fegnir svara spurningum um tær vørurnar, teir bjóða fólki.
Tá ein hevur bílagt vørurnar hjá handlinum kann ein kann avheinta tær á einum bústaði í Føgrulíð í Havn eftir kl. 17 á degi.
-Vit hava verið noyddir at gera tað soleiðis, tí at vit jú ganga í skúla gerandisdagar, siga teir báðir Emil Jákup og Kjartan.