Ein býtúrur í Havn hjá nøkrum ungum drongjum, fer helst at enda við eini stórari rokning.
Tað var beint eftir klokkan átta í morgun, at fólk Yviri við Strond boðaði løgregluni frá, at ein gummibátur rak í Nólsoyarfirði við fólki umborð og at tað sá út til, at motorurin var steðgaður.
Løgreglan fór at kanna málið og tá ið ongin ivingur var um, at báturin hevði maskinbrek, varð Skóbjargingarstøðin fráboðað, so at hon kundi bjarga monnunum.
Men so hendir tað, at ein skjóttgangandi bátur við einum manni kemur úr Havn og fer út til gummibátin og tekur teir báðar dreingirnar í gummibátinum upp, sigur løgreglan.
Men tað løgna var, at teir lótu gummibátin liggja eftir í Nólsoyarfirði og tað fekk ávaringarklokkurnar hjá løgregluni at blinka, tí her ruggaði ikki rætt.
- Vit syrgdu fyri at standa fyri tí skjóttgangandi bátinum, tá ið hann kom til lands og vit handtóku so allar tríggjar dreingirnar.
Tað vísti seg, at teir høvdu stolið gummibátin, tí lótu teir hann liggja í Nólsoyarfirði.
Samstundis sendi Sjóbjargingarstøðin bát út eftir gummibátinum so at eigarin fekk hann aftur, men eisini so at ongin annar skuldi boðað frá, at bátur rak manntómur á sjónum, so at óneyðug leiting varð sett í verk.
Teir tríggir drongirnir vóru til avhoyringar í morgin og teir verða skuldsettir fyri stuldur og tað fáa teir bót fyri.
Men Løgreglan sigur, at teir kunnu eisini vænta sær eina stóra rokning fyri at hava elvt til, at Sjóbjargingarstøðin mátti út eftir bátinum.
MYND AV LØGRGLU:
Løgreglan mátti í morgun eftir trimum ungum drongjum, sum afturfyri kunnu vænta sær eina trivaliga rokning
Bæði løgreglan og Sjóbjargingarstøðin máttu til verka í morgun og tað fer at kosta teimum ungu dreingjunum dýrt
Løgreglan
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo