Hann vísir á, at karmarnar eru framúr góðir inni í nýggja skúlanum.
– Tað er upplagt, at kommunan tekur stig til at hava ungdómsvirksemi í nýggja skúlanum á Argjum. Har verður eisini frítíðarskúli, og tað er upplagt, at ungdomsvirksemi verður lagt aftrat frítíðarskúlanum. At leggja ungdómsvirksemi saman við frítíðarskúlavirksemi er ikki ókent, hetta hevur kommunan gjørt í Hoyvík, sigur Levi Mørk, sum bæði er býráðslimur og leiðari á Frítíðarskúlanum í Hoyvík.
– Í dag er einki skipað ungdómsvirksemi á Argjum, og tørvurin er stórur, og nu er tíðin omin til at bøta um støðuna. Málið verður tí lagt til støðutakan á næsta samgongufundi hjá Tórshavnar kommunu, sigur Levur Mørk.