Ungdómsmøti uppá skift

Havn: Hóskvøldið var felags ungdómsmøti hildið í Oasuni í Hoyvík. Hetta er ikki serstakt í sjálvum sær, men er í roynd og veru eitt felags arbeiði millum tey ungu í samkomunum í Evangeliihúsinum, Oasuni og í Filadelfia. Ungdómsleiðararnir í hesum samkomum hava tætt samband hvør við annan, og hava megnað at skapt ein einleika, sum tey áður bert kundu droyma um. 

- Tað tykist at tey ungu hava skilt týdningin av at byggja Guds ríki saman - og ikki bert hvør sær, verður sagt. Hesi felags møtini eru eina ferð um mánaðin og skiftast millum samkomurnar, og draga eisini nógv onnur ung til sín. Tað hava verið upp til 150 ung á hesum møtunum. Møtini eru lívlig við góðum lovsangi, talu og forbøn. 

Á felagsmøtinum hóskvøldið talaði Pauli Høj úr Kelduni, Hildibrandur Olsen úr Filadelfia leiddi møtið og Bjarni Steintún úr Oasuni leiddi lovsangin.