Framsøkin Ung, sum er ungdómsfelagið hjá Framsókn, hevur havt aðalfund um vikuskiftið, og har fingu tey nýggja nevnd.
Síðani hevur nevndin skipað seg, og á myndini eru tey, frá vinstru: Rúna Kass Joensen, skrivari, Kristian Clementsen, nevndarlimur, William Bærentsen, næstformaður, Teitur Vestergaard Jakobsen, formaður, Jógvan Fríði Tróndarson, kassameistari, Aleksandur L. Olsen, tiltakslimur og Kristianna Tórheðinsdóttir tiltakslimur.
Tey halda, at hendan næsta tíðin verður altavgerandi fyri Føroya framtíð og ikki minst fyri ungdómin í Føroyum.
– Vit eru á einum vegamóti har konservativu kreftirnar vilja gera Føroyar til eitt afturlatið og snævurskygd samfelag, halda tey.
Sjálvi halda tey, at vit skulu hava eitt rúmligt samfelag, har fólk skulu sleppa at liva sítt lív eftir síni egnu sannføring ,har øll hava somu atgongd til okkara tilfeingi.











