Anna P. Mortensen
????????????????
Um vit ímynda okkum T. F. Thomsen A/S fyri 100 árum síðan, so var lívligt virksemi her. Gongd og málageipan var millum stásiligu bygningarnar mitt í bygdini og næst sjóvarmálanum. Á fiskaplássinum omanfyri varð hópurin av fiski turkaður og síðan pakkaður og seldur av landinum. Virkið átti útvið 10 fiskifør um hetta mundið, her var bakarí, krambúð v. m. Og fara vit longur aftur ? áðrenn 1856 ? var hetta kongligi einahandilin í Suðuroynni, so her komu fólk bæði úr Sumba, Sandvík og heilt úr Skúgvi til handils. Í Gestastovuni ? tí minsta av bygningunum ? kundu uttanbýggjagestir gista, um ikki líkindi vóru at rógva heim.
Tað var íslendski keypmaðurin, Tummas Frederik Thomsen, sum í 1856 keypti ognina frá danska statinum. Og í dag, anno 2004, er tað T. F. Thomsen sjálvur 3. og 5. ættarlið, ið rekur virkið. Men her tað áður var handilsmiðdepil og angaði av baksturi og fiski, ull og kryddaríum, hevur friðurin lagt seg yvir bygningarnar.
Í einum horni í Krambúðini standa menn og fáa sær eina øl, balla og práta. Yvir um stásiliga diskin verða matvørur og arbeiðsklæði seld. Ein krambakona gongur til og frá.
Uttan fyri Krambúðina standa tveir Shellbilar parkeraðir. Bilstjórarnir eru í pakkhúsi nr. 5 til kaffi. T. F. Thomsen A/S umboðar Shell í Suðuroynni, og her er eisini kontór. Í kjallaranum selja tey Restorffs øl. Eisini standa tey fyri sølu av salti, sum hevur størsta eftirspurning í grindatíð.
Hetta er í høvuðsheitinum virksemi teirra í dag ? grovt skert síðan kreppuna fyrst í 90?unum, tá T. F. Thomsen A/S taldist millum tey virki, ið harðast vórðu rakt. Og illa hevur gingið at fóta sær aftur. Tey hava roynt seg sum skipshandil, men hava ikki verið kappingarfør við flakavirkini og onnur, ið eisini selja arbeiðsklæðir.
Í 1992 varð ognin friðað, og hetta opnaði ikki júst fyri stórum nýhugsanum handilsvegin, so tað er eyðsæð, at ongin stór handilsframgong heldur virkinum uppi. Heldur er tað umhvørvið og andin, ið sermerkir staðið, ið fáa hjólini at mala... og so visiónirnar og trúgvin uppá framtíðina.
Verkætlanin
Eg sessist saman við Onnu Kirstin Thomsen ? systirin, sum saman við Tummasi rekur virkið. Hon tosar við eldhuga um verkætlanina. Fyrst um vertshúsið og síðan um ungdóms- og mentanarhús, og hugskotini um framtíðarvirksemi gerast til myndir í huganum. Hesi gloymdu pakkhús fáa aftur lív, sum tey so sanniliga hava uppiborið:
? Her skal vera vertshús í gamla bakarínum, pakhús nr. 6. Drykkimentanin er ein partur av okkara samfelag, og tað er sera umráðandi, at vit royna at skapa eina góða drykkimentan. Hesum vil eg fegin arbeiða fyri! Eg haldi ikki, at bann á hesum øki er til tað góða, heldur hinvegin! Tey, ið drekka ov nógv, gera tað, líkamikið, hvørjar lógirnar eru. Tí er tað so týdningarmikið at vísa gestunum á, at ein øl ella eitt glas av víni ? í einum góðum og hugnaligum umhvørvi - ikki hevur nakað við misnýtslu at gera. Tað vil eg vísa við hesum vertshúsi, bjóða øl og vín eins væl og ein góðan kopp av kaffi. Gestirnir fáa høvi at velja millum fleiri sløg av kaffi, og okkurt gott til matna verður eisini at fáa. Her fara fólk at hittast til eitt prát ella ein fund, í vikuskiftinum koma fólk framvið, áðrenn tey fara í býin, og um summarið fara vit óivað at síggja onkur ferðafólk. Stóra fiskaplássið uttan fyri verður kanska terassa onkran summardag. Hvønn dag vit so velja til summardag avgera vit sjálvi, sigur Anna Kirstin flennandi.
? Kári Thomsen, arkitektur, hevur gjørt tekningina, her er hon, fix og ferdig! Og Yvirfriðingarnevndin hevur góðtikið. Trupulleikin er bert, at bygningurin neyvan yvirlivir ein vetur afturat. Umsóknin um bjálvingarstuðul gongur á sínum sjeynda ári nú, og ongin peningur er komin enn. Vit hava tvey pakhús, ið mugu bjálvast sum skjótast, onnur tvey, ið trongja til ábøtur innan, meðan Krambúðin er í fínum standi. Eg veit, at Yvirfriðingarnevndin letur eina lítla upphædd árliga til friðaðir bygningar í Føroyum, so í okkara part verður tað neyvan til seym. Havi eisini fingið at vita um stuðul, ið verður latin til friðað hús og fornminni, men tað er framvegis ikki tað stóra, ið verður latið til friðaðir bygningar í landinum. Høvdu vit nú verið eitt slag av fornminnissavni, hevði landið latið 60% av kostnaðinum.
Ná, men høvdu vit fingið bjálvingarstuðul, hevði tað verið eitt stórt stig á leiðini, og so manglar bert at fáa eitt skeinkiloyvi í hús, so vit kunnu fara undir fyribils vertshúsvirksemi í Krambúðini. Inntøkan hagani skal fara til at gera pakhús nr. 6 innan. Arbeiðseftirlitið hevur góðtikið Krambúðina sum fyribils skeinkistað. Vit hava leingi havt umsókn um skeinkiloyvi liggjandi, og hava eisini ? til stuttleika ? sent seinasta loyvið sum vit høvdu frá 1907, og biðið um at fingið tað endurnýggjað. Men vit fingu bara svarið, at kvotan til bygdina var uppi!
Og meðan Anna Kirstin bíðar eftir bjálvingarstuðuli og einum skeinkiloyvi, fara vit ein túr niðan í pakhús nr. 6.
? Hetta er so vertshúsið, og ein stóran part av inventarinum eiga vit. Vaskiborðini hjá fiskagentunum skulu fram í ljósið, somuleiðis flekiborðini frá sluppunum - hetta verður eitt slag av eini fornminniscafé, tí tað er ikki sørt av fornum lutum, vit eiga. Hava alt møguligt í varðveitslu!
Hølini eru stórsligin - brettir og bjálkar er stórsligið, og so sýnið oman í pakhús nr. 4. Ein smoga bindur hesi bæði húsini saman - vertshúsið og mentanarhúsið. Hin parturin av verkætlanini er ungdóms- og mentanarhús.
Ungdóms- og mentanarhús
Vit fara ígjøgnum smoguna og standa á triðju hædd í pakhúsi 4. Hetta eru mentanarhølini, vøkur og hugnalig. Her er vítt til veggja, men ikki so høgt til loft. Ætlanin er at skera út millum nakrir av bjálkunum, so ein partur av yvirhæddini kann vera nýtt til framsýningar av ymiskum slag. Mentanarhølini fara eitt nú at verða nýtt til tónleikaframførslur, fyrilestrar, skeiðvirksemi, útleigan til privatfólk v. m. Hotel og gistingarhús er í bygdini, og hugsast kann, at man í felag skipaði fyri onkrum skeiði, har fólk eisini komu norðanífrá.
Einar trappur í vestara enda leiða okkum niður á 2. hædd. Her, og í kjallaranum, fer ungdómsklubburin at halda til. Tey ungu skulu fyrst av øllum hava eitt gott høli/umhvørvi at ferðast í, eitt høli sum er teirra stað at hittast aftan á skúlatíð og hugna sær. Møguleiki skal vera at keypa sær okkurt at eta og drekka, her skal vera ein jukebox, spøl og annað ítriv. Ein vaksin fer at vera knýttur at staðnum alla tíðina, so tað altíð er onkur at heita á.
? Hetta pakhúsið er sum so í góðum standi, men sjálvandi skal okkurt gerast innan. Tað skulu nógvir pengar til verkætlanina, men eg fari í næstum at søkja stuðul úr ymiskum grunnum, eitt nú úr Nordisk Kulturfond, Maerskfondinum, Carlsbergfondinum o. s. fr. Og eg vænti, at alt byrjar at líkjast um tvey ár!
Anna Kirstin er avgjørd, og eg hugsi við mær sjálvari, at hon hevur í øllum førum møguligu megina at gjøgnumføra eina slíka verkætlan, men tað verður so ikki uttan peningajáttanir!
... Og tá eg fari niðan kaibrekkuna, støðgi eg á framman fyri gestastovuni. Júst tað, ein maður í bygdini hevur leigað hana. Hann ger gravsteinar. Men hóast nýggjasta virksemi í ognini hjá Thomsen er gravsteinar, so boðar framtíðin frá lívi!