Í meiri enn eitt ár hava amerikanarar havt einar 650 fangar sitandi á herflotastøðini Guantanamo á Kuba, og nú váttar leiðslan í hernaðarfongslinum, at fleiri ungdómar eru millum fangarnar.
Geoffrey Miller, majorur, sum er ovasti fyri fongslinum, sigur við tíðindastovuna Reuters, at fleiri ungdómar eru millum fangarnar, og at onkur teirra er yngri enn 16 ár. Hann vil ikki siga, hvussu mangir ungdómar eru í fongslinum, ella hvaðani teir eru.
-Tey ungu eru ikki saman við hinum fangunum. Børnini verða verandi her. Hvussu leingi, vita vit ikki, sigur majorurin.
Amerikanska stjórnin metir fangarnar sum krígsfangar, men leggur samstundis afturat, at fongslið á Kuba er uttan fyri amerikanskt rættarøkið, og at fangarnir tí ikki hava nøkur løgfrøðilig rættindi. Amnesty International og aðrir felagsskapir hava mótmælt amerikansku framferðini, men til fánýtis.
Amerikanski fongsulsovastin sigur, at allir fangarnir í Guantanamo eru sekir, til tað øvugta er prógvað.
-Teir, sum eru her, eru ein hóttan ímóti USA, sigur Geoffrey Miller við Reuters.










