Eingin føroyingur er nøgdur við avrikið hjá fótbóltslandsliðnum í Eysturríki í farnu viku, tá landsliðið fekk ein sekk uppá 6-0.
Kortini verður tað aftur og aftur staðfest, at føroyski limaskapurin í FIFA og UEFA gevur Føroyum - ikki bara føroyskum fótbólti - men Føroyum sum heild nógva umrøðu. Hetta bleiv prógvað við sigursgongdini hjá Jens Martini Knudsen niðri í eysturríkska høvuðsstaðnum, Wien, har Jens Martin hevði bókaframløgu. Nógv umrøðu varð í teimum eysturríksku fjølmiðlunum um tað fjarskotna oyggjalandið í útnorðri.
Fyri stuttum vitjaði ein maður úr Ungarn í Føroyum, sum í heimlandi sínum er ein hin kendasti ítróttarjournalisturin. Gabor Lantos búði hjá ungarska málverjanum hjá Víkingi, Geza Turi, tá hann vitjaði í Føroyum fyri stuttum. Og hann staðfesti sama sannleika, sum vit hava hoyrt áður: - Àðrenn Føroyar spældu ímóti Eysturríki í Landskrona í 1990 hevði eg ikki hóming av, at Føroyar vóru til, staðfestir Gabor Lantos.
Rás2 gjørdi eitt prát við Gabor Lantos um hansara komandi bók, sum kemur at fevna um øll norðurlond. Prátið snúði seg eisini um ungarskan fótbólt við tí glæsiligu fortíðini, og tí meira syrgiligu nútíðini. Gabor Lantos hevur upplivað nógv ungarsk roysni á teimum olympisku summarleikunum, og hann hevur dekkað nógv EM- og HM-endaspøl í fótbólti. Men hann sigur bart út, at hann hevði viljað býtt 10 olympisk gullmerki um við eina ungarska luttøku í einum HM-endaspæli. Tí hann hevur til góðar at uppliva Ungarn i einum HM-endaspæli. Ungarn var seinast í einum HM-endaspæli í fótbólti í 1986.
Gabor Lantos undirstrikar eisini, at stórspælarin Puskas, sum doyði fyri nøkrum árum síðani, og sum var fremsti spælarin hjá Ungarn í 1950-unum, hevur framvegis stóran týdning fyri samleikan hjá Ungarn. Gabor Lantos møtir næstan ikki einum persóni, sum hevur áhuga í fótbólti, uttan, at hesin dregur Puskas fram, tá fótbóltur skal umrøðast. - Puskas, Puskas, Puskas er niðurlagið, tá fólk skulu tosa um Ungarn, sigur Gabor Lantos.
Tað ber til at hoyra ta ensku samrøðuna Rás2 gjørdi við Gabor Lantos undir greinini. À myndini sæst Gabor Lantos saman við kendasta føroyska fótbóltsspælaranum í søguni, Jens Martini Knudsen.