Ungar kvinnur leingjast eftir at fáa hendan møguleikan

– Grýtan fylgir við, helt løgtingskvinna speiskliga fyri og ein onnur heldur, at kvinnur sum arbeiða, mugu eisini fáa stuðul

Foreldur skulu nú kunna ansa sínum egnu børnum heima – og fáa pengar fyri tað. Tað er  eitt mál, sum samgongan nú arbeiðir við.

Í samgonguskjalinum stendur, at tá ið foreldur ikki hava síni børn á dagstovni, men passa tey sjálvi, skulu kommunurnar fáa heimild til at rinda teimum ein part av kostnaðinum, sum tað annars kostar kommununi at hava eitt barn á dagstovni.

Í dag spurdi Beinir Johannesen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, hvussu gongur við hesi ætlanini.

Jenis av Rana sigur, at hetta er ein møguleiki, nógvar ungar kvinnur leingjast eftir. Men ein forðing er, at enn hava tey ikki fingið greiði á, hvør tað er í Landsstýrinum, sum umsitur hetta málsøkið.

Tey hildu, at tað var Jenis av Rana, tí hann umsitur dagstovnarnar, men ráðgevarar hjá landsstýrinum, siga, at tað er antin Jørgen Niclasen, sum umsitur fíggjarmál, ella Helgi Abrahamsen, sum umsitur kommunurnar.

Tá ið greiða er fingin á tí,verður farið víðari, varð upplýst í Løgtinginum í dag. Men landsstýrismaðurin ger greitt, at hetta er eitt mál, sum skal loysast.  

Men tað eru ikki øll í Løgtinginum, sum eru so fegin um hetta. Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, helt speiskliga fyri, at samgongan manglar bara at siga, at grýtan fylgir við pengunum.

Tað, hon sipar til, er, at tað verður í mesta mun mammurnar, sum fara úr arbeiði, og heim at passa børn.

Heldur enn at ganga hesa leiðina, mælir hon til, at leingja barnsburðarfarloyvið, so at børnini fáa eitt gott sambandi við barnið ta fyrstu tíðina.

Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, fegnast um, at foreldur kunnu skipa seg soleiðis, at annað av foreldrunum kann vera heima.

Men tey, sum eru undir harðastu trýstinum eru tey, har bæði foreldrini arbeiða, kanska tí at tey noyðast til tað fyri at fáa endarnar at røkka saman.

Hinvegin heldur hon, at oftast verða tað kvinnurnar, sum fara heim. Men skal annað av foreldrunum stuðlast at fara heim heim at passa børn, eiga vit eisini at stuðla teimum kvinnum við børnum, sum eru til arbeiðis. Tað kann gerast við at lata tær sleppa at draga útreiðslur til húshjálp og reingerð, frá í skatti.

– Vit skulu ikki seta skipanir í verk, sum eggjar kvinnum at velja ímillum heimið ella arbeiðið, tí har tær verða noyddar til tað, vísir tað seg, at tær velja arbeiðið fram um heimið, sigur Ruth Vang.

Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, sigur, at hetta er ein skipan, sum skal setast í verk, tí samgongan er samd um tað og partamaður hansara, Stefan Klein Poulsen, heldur ikki, at barnagarðar treytaleyst eru tað besta fyri børnini, tí har kann verða nokk so rokasligt.

Hann heldur, at sambandið millum foreldur og børn má vera tað, sum liggur fremst í huganum.

Hetta er eitt uppskot, sum hevur havt stóran týdning fyri Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, tí heilar tríggjar ferður hevur hann lagt uppskot um hetta fyri Løgtingið. Tað gjørdi hann bæði í 2016, 2017 og í 2018, tá ið hann var í andstøðu.

Hann sigur, at tað er ymiskt, hvussu nógv barnaansing kostar í ymisku kommununum. Men fyri tær allar flestu er kostnaðurin ímillum 60.000 og 80.000 krónur um árið fyri hvørt barnið.

Í miðal rinda kommunurnar umleið 70.000 krónur um árið fyri hvørt barnið, men so kemur gjaldið hjá foreldrunum afturat og tað er einar 20.000 krónur um árið fyri hvørt barnið.

– Tað merkir, at kundu foreldrini rátt yvir peninginum, høvdu tey umleið 90.000 krónur um árið fyri hvørt barnið, sigur Jørgen Niclasen.