Ung tjena sær nakrar krónur

Hetta er tíðin, tá kommunur hava ungdómar í arbeiði. Onkustaðni verður hetta eisini rópt "summararbeiði".

Í Sjóvar kommunu hava soleiðis 10 ungdómar arbeitt fyri kommununa, og tað er haðani, at henda myndin er.

Í onkrum kommunum sleppa hesi ungu at arbeiða í eina viku og aðrastaðni í tvær vikur.

Í Sørvágs kommunu sigur borgarstjórin, Sune Jacobsen, at alt eftir, hvussu stórt talið av ungum er, plaga tey at sleppa at arbeiða í eina ella tvær vikur.

- Er talið av næmingum stórt, fáa tey eina viku í part. Er talið minni, kunnu tey fáa tvær vikur í summararbeiði hjá kommununi, sigur hann.

Tað eru ung í framhaldsdeildini, sum gera summararbeiði fyri kommunurnar kring landið.

Umframt at ymiskt verður gjørt, sum kanska liggur á láni í kommununum, fáa ungdómar eisini høvi at tjena sær nakrar krónur.