Ung tjóðveldisfólk mótmæla samgonguni

Í morgin klokan 17 skipar Unga Tjóðveldi fyri mótmælisfundi í Tinghúsgarðinum. Tey vilja hava skil á ruðuleikanum í dagsins politikki.

- Vit finna okkum ikki longur í, at ongar bygnaðarbroytingar verða framdar, at meir verður tikið frá teimum veikaru, og at meira gjøld verða løgd á vinnuna. Droppið plenuklipparan og gevið okkum veruligan politikk, sum gagnast øllum. Komið og hoyrið røður og tónleik. Eisini verður orðið frítt, so øll kunnu siga sína hjartans meining um førda politikk ABC-samgongunnar, sigur Unga Tjóðveldi í tíðindaskrivi.