Í næstu viku fara næmingar og Bjarni Berg á Tórshavnar Musikkskúla á tónleikafagnað í Keypmannahavn, sum byrja mikudagin og enda leygardagin Næmingarnir, sum fara á tónleikafagnaðin eru Ulrike Nygaard og Regin Winther Poulsen.
Føroysku næmingarnir luttaka í einum serligum skeiðið har fimm
norðurlendsk tónaskøld, saman við 15 næmingum frá hinum
norðanlondunum, skulu eksperimenterða og skapa nýggjan
tónleik, sum verður framførdur leygardagin klokkan 13 í
Ráðhúsinum í Keypmannahavn.
Høvuðsevni á norðurlendsku tónleikadøgunum eru konsertir við
verkum eftir etableraði norðurlendsk tónaskøld. Har telist eisini okkara tónaskald
Sunleif Rasmussen, sum er á skránni longu fyrsta stevnudagin, mikudagin.