Eitt toymi av ungfólki á Føroya Handilsskúlanum í Føroyum hevur nú seinnapartin vunnu donsku finaluna um at gerast ársins unga virki.
Tað eru Teir tríggir, Tórur S. Hansen, ið er stjóri í felagnum Rani K. Gærdbo, ið er framleiðsluleiðari og Herman E. Winther, ið er sølu og marknaðarleiðari, sum vunnu kappingina.
Til kappingina hava teir stovnað fyritøkuna Atlantic Sea salt, ið merkir salt frá Atlantshavinum. ??
Endamálið við virkinum er at vinna salt burturúr sjónum og seta ymiskan smakk til.
Tann virkisætlanin var so mikið góð og gjøgnumførd, at tey nakað síðani vunnu kappingina um at verða ársins unga virki í Føroyum.
Sigurin bar í sær, at tey skuldu til Danmarkar at vera við í donsku finaluni. Hon var nú seinnapartin og har vunnu teir tríggir aftur og teir fingu sera góð skoðsmál frá dómaranum fyri at hava eina sera gjøgnumførda virkisætlan, sum teir høvdu dugað avbera væl at leggja fram.
Við heiðrinum fylgdi eisini ein kekkur upp á 10.000 krónur.
Nú skulu teir so í EM finaluna, sum verður í London seinni í summar.
Tað at vit eru í Føroyum, har umhvørvið rundan um okkum ikki er dálkað, og havið rundan um okkum er eitt tað reinasta í heiminum, er ein stórur fyrimunur fyri okkum, tá vit skulu marknaðarføra vøruna uttanlands, segði Herman E. Winther við Portalin tá ið teir vunnu føroysku kappingina. ??
Áðrenn teir fóru til Danmarkar, fingu teir kendar michelinkokkar og tænarar at royna saltið og teir hildu, at dreingirnir hava møguleika at selja vøruna til gourmetmatstovur kring allan heimin.
Teir vóru so bergtiknir, at nakrir av michelinkokkunum fegnir vilja nýta hesa vøru dagliga til teirra matgerð, skrivaði Planet.fo nakað síðani.
Og við sær til donsku kappingina, høvdu næmingarnir eisini eitt viðmæli frá heimsins bestu matstovu, Noma.
Myndin er av vnnarunum. Frá vinstru eru tey Brynhild Høyer, lærari á handilsskúlanum, Tórur S. Hansen, Rani K. Gærdbo og Herman E. Winther.