Ung og livandi list

Samanhald, stuttligar løtur og skapandi umhvørvi. Summi spældu sjónleik, meðan onnur fingust við tónleik, dans og design. Norðurlandahúsið livdi við, tá Ung í Føroyum um vikuskiftið royndu sína styrki innan listina.

Tá eg sunnumorgunin komi inn í Norðurlandahúsið úr kavanum, leggi eg beinanvegin til merkis, at her er lív og røring í ungdóminum. Framførslunar skulu upp á pláss, og seinasta hond verður løgd á verkætlaninar í ymisku verksmiðjunum.
 
Á borðinum í forhøllini stendur millummáli á borðinum við súreplum, appelsinum, bollum, mjólk, kaffi o.ø. Men hóast borðið er búgvið, og maturin hevur staðið á borðinum í góðan hálvan tíma, tykist eingin at hava stundir at fáa sær. Øll eru hvør í sínum lagi upptikin av sínum arbeiði.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Látur á pallinum
Eg fari beina leið yvir í Klingruna, har listaverksmiðjan Sjónleikur heldur til. Men tað fyrsta, eg renni meg í er ein lepi, har tað stendur: Óviðkomandi onga atgongd, meðan arbeitt verður. Velji tískil bara at standa uttanfyri glasdyrnar og eygleiða sjónleikararnar, ið arbeiða ógvuliga virkishugaðið eftir boðum frá vegleiðaranum Mikkjali Helmsdal. Tey hava gjørt ein leik, ið snýr seg um familjutrupulleikar, happing og kærleika, sum tey í løtuni venja til almennu framførsluna seinnapartin. Meðan eg standi har, biðjur Mikkjal tey steðga á við at spæla sjónleikin. Nú skulu tey flenna eftir hvørjum øðrum, alt tað, tey eru ment. Láturin byrjar, fyrst spakuliga, men lítla løtu seinni eru øll í skellilátri.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Gentubólkur
Tá eg havi staðið eina løtu uttan fyri glasdyrnar, hoyri eg brádliga ljómandi tónar út í forhøllina. Tónarnir koma úr stóra salinum, har verksmiðjan Tónleikur heldur til. Fýra gentur eru á pallinum og mynda ein tónleikabólk. Eitt sindur sermerkt at síggja. Tær leggja alla orku í at gera eina fullfíggjaða ljóðroynd, og eru avgjørt ikki smædnar, hóast Sosialurin vitjar saman við nøkrum áskoðarum. Tónleikurin ljóðar væl, og liva tær seg væl inn í leiklutin á pallinum. Men knappliga brýtur leiðarin, Kárri Sverrisson, tónleikararnar av:
 
- Spælið eitt vet skjótari og ikki syngið so nær mikrofonini.
 
Genturnar byrja umaftur og spæla hesuferð enn betur. Tá sangurin er liðugur, lata tær pallin til aðrar tónleikarar. Eg fari víðari oman trappurnar og aftur um pallin, har verksmiðjan Design heldur til.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Klipp og flipp
Í design hølinum eru tað kvinnurnar, ið seta sín dám á. Níggju seymimaskinur standa spjaddar í hølinum, ein rúgva av toystykkjum liggja á gólvinum og eru allar genturnar í holt við at seyma taskur, niðurdeilar, turrikløð, mappur o.a. Í einum horni stendur eisini ein genta og passar ein heldur sermerktan kjóla, hon júst hevur seymað. Brádliga tekur hon ein saks, og klippur eitt stórt stykki av kjólanum:
 
- Soleiðis, nú var betri. Eg eri ikki heilt nøgd við hann enn, men tú skuldi bara sæð, hvussu hann sær út innanfyri. Eg breyt eini fýra nálir, meðan eg seymaði hann, men tað var tað vert, sigur hon við einum brosi.
 
Nú bert 20 minuttir eru til døgurða, eggjar verksmiðjuleiðarin, Svanhild Strøm, gentunum til at fara at seta mótasýningina saman. Hesar dagarnar hava tær gjørt hvør sín búna, ið skal sýnast fram seinnapartin.
 
Eg fari víðari út í forhøllina, har millummálaborðið framvegis stendur órørt.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Yrkja til dans
Upp trappurnar og aftanfyri høvuðsskrivstovuna sita fyriskipararnir Rakel Helmsdal, við bert tríggjar vikur gamla soninum í føvninginum, og Hedvig Westerlund-Kapnas og leggja ymiskt til rættis og tosa um, hvussu dagarnir hava gingið. Eg fari víðari at leita eftir teimum, ið arbeiða á verksmiðjuni Skriving:
 
- Tey hava, eins og veruligir rithøvundar framleitt ymisk, ið aðrar verksmiðjur síðan hava fingið gagn av at nýta, og nú eru tey í ymisku verksmiðjunum og hjálpa til, sigur Rakel Helmsdal.
 
Løtu seinni hitti eg eina gentu við gulum bandi um hálsin. Bandið sigur mær so mikið, at gentan hoyrir til verksmiðjuna Skriving:
 
- Vit eru allastaðni í húsinum og gera nógv í felag við hinar verksmiðjurnar  t.d. havi eg gjørt eina yrking, ið dansibólkurin hevði hug til at framføra. Og har havi eg verið júst nú. Annars er okkara verksmiðja við at verða liðugt við alt, men kanska vit fara at yrkja nakrar yrkingar afturat, tann tíman, ið eftir er.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Spegil í skeið
Básurin hjá Foto verksmiðjuni stendur at kalla mitt í forhøllini. Ágrýtin sita øll við teldurnar og arbeiða. Á borðinum liggja hópin av myndauppsetingum, prentarin er í gongd og prentar støðugt vakrar uppsetingar  bæði óítøkiligar og ítøkiligar. Myndirnar eru í alskyns litum og aðrar í svørtum og hvítum. Undir liðini á mær stendur brádliga ein genta og vísir mær nakrar myndauppsetingar, hon hevur gjørt:
 
- Áðrenn vit fóru í gongd, fingu vit at vita, at høvuðsevni fór at vera spegil. Vit hava síðan eftir besta førimuni roynt at fylgt evninum, hóast tað til tíðir hevur verið trupult. Her havi eg t.d. gjørt eina mynd, har ein genta speglar sær í eini skeið, og hana eri eg væl nøgd við. Nú eru vit hinvegin næstan liðug og fara síðan at prýða veggirnar við myndunum. Hesar báðar dagarnar hava vit annars fingist við alt millum himmal og jørð - serliga hevur tað verið avbjóðandi og spennandi at arbeiða við telduforritinum Photoshop.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sveittutar dansigentur
Í forhøllini taka hjálparfólk millummálan av borðinum og gera klárt til at seta døgurðan á borðið. Ímeðan fari eg yvir um vegin í útvarpshøllina, har verksmiðjan Dansur heldur til. Genturnar venja eina seriu, ið tær gleða seg at framføra. Tað gongur skjótt fyri seg, og tí er trupult hjá onkrum at fylgja við. Sveittin lekur av teimum, hárið í andarisi og kjálkarnir reyðir, meðan lurta verður eftir boðum frá leiðarunum:
 
- Vit eru ikki lidnar enn, eru eitt sindur í tíðarneyð, men skulu nokk fáa alt upp á pláss. Genturnar eru góðar at fáast við, so tað gongur fínt, sigur Kristina Sørensen.
 
- Puha, nú verður gott at fáa ein døgurðabita, sigur ein av gentunum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Deyðiligur DVD   
Øll savnast í forhøllini til døgurðan, ið er høsnarungi, sós og epli. Men tann eini bólkurin Filmslist hevur ikki stundir at eta, men ganga stressað aftur og fram. Ein partur av teirra arbeiði er niðri í sjónvarpinum, meðan restin gekk fyri seg í Norðurlandahúsinum. Tað styttist til deadline, tá filmurin skal verða liðugur:
 
- Vit hava gjørt storyboard, tikið upp, leikstjórna o.a.. Filmurin snýr seg um deyðan, dráp og blóð og varir um 5-6 min. Vit náa tíverri ikki at seta filmin saman sjálvi, og hava tí fingið hjálp til tað, sigur ein spentur dreingur í bólkinum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Framførslan
Seinnaparturin gongur skjótt og klokkan nærkast 17. Stóri salurin fyllist so við og við, og tað sama gera firvaldarnir í ungu búkunum. Eitt langt og læruríkt vikuskifti endar við almennari framførslu á pallinum. Tað sæst týðiliga at øll gera sítt allar besta á pallinum, og áskoðararnir  foreldur, familja, vinir og kenningar og onnur við  fagna teimum. Stuttligt at síggja, hvussu nógv ber til at fáa burturúr trimum døgum.
 
Tey takka fyri seg fyri síðan at fara í hvør sína ætt, rík av upplivingum í listarligum høpi og nýggjum vinarbondum.