Tann 28. januar í ár svaraði Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, 10 fyrispurningum, ið Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, setti henni.
Spurningur nr. 10 var soljóðandi:
Hevur landsstýriskvinnan í almannamálum gjørt eina ætlan um, hvussu bráðfeingistørvurin innan eldraøkið verður loystur?
Ein partur av svarinum var soljóðandi:
“Eg eri í samstarvi við Heilsumálaráðið farin undir at umrøða møguleikar, ið kunnu loysa trupulleikan við, at sjúklingar, ið eru liðugt viðgjørdir, ikki sleppa út av sjúkrahúsinum, men enn havi eg onga ítøkiliga loysn. Sum landsstýriskvinna síggi eg tað sum mína ábyrgd at virka fyri, at bráðfeingistørvurin altíð er so avmarkaður sum yvirhøvur gjørligt og kann tí vissa Løgtingið um, at arbeitt verður við at finna ymiskar loysnir, ið kunnu viðvirka til, at trupulleikin við bráðfeingistørvinum verður loystur. Tískil havi eg tikið stig til eina tørvskanning, ið lýsir heildartørvin á eldraøkinum. Tørvskanningin verður gjørd í samstarvi við Nærverkið.
Landsstýrið fer at halda fram við at stuðla kommunalari bygging av ellis- og røktarheimum og sambýlum fyri at nøkta tørvin á búplássum til røktarkrevjandi. Eg fegnist um, at samgongan hevur givið mær undirtøku til at hækka studningslánini til kommunurnar úr 500.000 kr. og upp í 800.000 kr. fyri hvørt búpláss á ellis- og røktarheimi og úr 50.000 kr. og upp til 80.000 kr. fyri sambýlisbúpláss. Hendan hækkingin fer ætlandi at eggja kommunum til at útvega fleiri búpláss.”(endurgeving endað).
Henda stóra prísmun millum studningslánini til ávikavíst ellis- og røktarheimsbúpláss og sambýlisbúpláss undrist eg stórliga yvir, og loyvi eg mær tí at spyrja landsstýriskvinnuna, hvørji krøv eru í sambandi við bygging av sambýlum, og hvørji krøv eru til bygging av ellis- og røktarheimum?
Hvør setur krøvini?
Hvørji krøv verða sett hesum stovnum?
Hvat fæst fyri pengarnar á einum ellis – og røktarheimi sammett við eitt sambýli?
Somuleiðis undrist eg stórliga yvir, hví tíð og peningur skal brúkast til at gera eina “nýggja” tørvskanning. Í 2002 lat ein arbeiðsbólkur úr hondum ‘Álit um eldraøki’, har gjørd varð:
• Lýsing og meting av eldraøkinum
• Framtíðarskipan av eldraøkinum
• Dagføring av eldraøkinum
• Uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunu
Í 2005 var gjørd Tørvskanning av eldrabústøðum (ellis- og røktarheim og sambýli)
Skuldi ikki verið so torført at brúkt hesi álit/tilmæli sum grundarlag undir arbeiðinum innan eldraøkið - tað er bæði lætt og vanligt at gera framskrivingar ella forsagnir (prognosur) – m. a. fyri at spara pening og tíð!