Undirvísingin skal aftur í fremstu røð

Nýggi landsstýrismaðurin við mentamálum, Jógvan á Lakjuni, heldur, at lærarar nýta ov nógva tíð til annað virksemi enn sjálva undirvísingina. Hann ynskir, at undirvísingin aftur verður fremsta uppgávan hjá læraranum. Ársverkið í fólkaskúlanum skal eisini endurskoðast

Nógv hvukku við, tá tað gjørdist greitt, at Fólkaflokkurin fekk tillutað landsstýrismannin við mentamálum í nýggju ABC-samgonguni. Fólkaflokkurin hevur aldrin dult fyri, at hjartamálini hjá flokkinum hoyra vinnulívinum til og ikki sonevndu bleytu málsøkjunum sum mentamál og almannamál
Samráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin háttaðu seg kortini so, at Fólkaflokkurin endaði við mentamálum. Síðan máløkini vórðu býtt, hava nógvar illgitingar verið um, hvussu Fólkaflokkurin ætlar fyrisita mentanarøkið.
Tinglimir hjá Fólkaflokkinum hava seinasta samgonguskeið verið frammaliga í kjakinum um føroyska mentan og føroyskan mentanarstuðul. Bæði Óli Breckmann og Jógvan á Lakjuni hava verið í andglettinum við hvassorðaðum viðmerkingum um ávíkavist tíðindaflutningin hjá SVF og sjónleikin Ginu-søgur.
Nú Jógvan á Lakjuni hevur sett seg í heita stólin á Hoyvíksvegi, eru tað mong, sum bíða spent eftir, hvussu fuglfirðingurin ætlar at fyrisita mentamál hetta samgonguskeiðið.
Høvuðspersónurin sjálvur tekur sær ikki av mongu illgitingunum. Hann heldur, at serliga fjølmiðlarnir hava gjørt ov nógv burturúr hansara úttalilsum og alt sum verður ført fram er ikki heilt í tráð við veruleikan
Vit hava sett nýggja Mentamáláráðharranum, Jógvani á Lakjuni, stevnu til eitt prát um, hvat mentanarøkið kann vænta sær undir hansara leiðslu.

Skúlin er hjartamálið
Jógvan á Lakjuni dylir ikki fyri, at skúlaøkið er hansara hjartamál. Nýggi mentamálráðharrin er sjálvur útbúgvin lærari og hevur undirvíst síðan 1977. Frá 1977 til 1989 starvaðist hann á Fuglafjarðar skúla og síðan 1989 hevur Jógvan undirvíst á Handilskúlanum á Kambsdali.
Jógvan á Lakjuni heldur seg kenna væl føroyska skúlaverkið og hann hevur eisini greiðar áskoðanir, hvussu tað skal bøtast.
- Tosar tú við lærarar í dag hoyrir tú nógva misnøgd. Í samgonguskjalinum hava vit sett okkum fyri at kanna trivnaðin hjá bæði næmingum og lærarum og tað er avgjørt nakað, eg ætli at arbeiða við, sigur nýggi Mentamálaráðharrin.
Hann vísir til eina kanning av trivnaðinum hjá lærarum í fólkaskúlanum , har úrslitið var, at meira enn helmingurin av føroysku fólkaskúlalærarunum ynsktu at koma í annað starv.
-Hetta er for galið og hetta mugu vit gera nakað við, sigur Jógvan á Lakjuni.

Dent á undirvísing
Jógvan á Lakjuni lýsir seg sum ein lærara av tí gamla slagnum, sum hann málber seg. Hann heldur, at fólkaskúlalærarin í dag, í ov stóran mun, hevur fingið uppgávuna at uppala næmingarnar. Nýggi mentamálaráðharrin sigur, at uppgávan hjá læraranum eigur fyrst og fremst at vera at undirvísa, meðan tað er uppgávan hjá foreldrunum at uppala síni børn.
Hann ásannar kortini, at sosiala mynstrið er nógv broytt seinastu árini og tískil hevur lærarin hevur verið noyddur at átaka sær aðrar uppgávur, enn hann áður var vanur við.
-Lærarar í dag brúka for nógva tíð til at fundast, meðan minni er sett av til undirvísingina. Eg haldi, at undirvísingin má altíð verða fyrsti prioritetur, sigur Jógvan á Lakjuni.

Endurskoða ársverkið
ABC-samgongan hevur í samgonguskjalinum sett sær fyri at endurskoða ársverkið, sum varð sett í verk við skúlaársbyrjan í ár. Jógvan á Lakjuni hevur ikki undirvíst í fólkaskúlanum síðan 1989 og tí kennir hann av góðum grundum ikki ársverkið til fulnar. Hann sigur kortini hoyra, at lærarar ilskast um skipanina og tí ætlar hann at hyggja nærri at skipanina.
- Eg haldi at, um ársverkið tekur ábyrgdina frá lærarunum, so er skipanin ikki nóg góð. Fungerar skipanin sum ein kontrolering av lærarunum, so tekur tú virðingina og álitið frá lærarunum. Flestu lærarar røkja sína skyldu og tí átti at verið óneyðugt at hildið kontrol við teimum. Eg haldi hatta er ein keðiligur trendur, tí tú vísir, at tú ikki hevur álit á læraranum, greiðir Jógvan á Lakjuni frá.

Ikki til øll
Skúlaverkið hevur seinastu árini lagt stóra áherðslu at skapa ein skúla fyri øll. Við herrópinum "Ein skúli fyri øll" hava skúlaleiðslurnar kring landið arbeitt miðvíst fyri at tryggja næmingum við serligum tørvi innivist í føroyska fólkaskúlanum. Nýggi Mentamálaráðharrin heldur, at herrópið "Ein skúli fyri øll" er ein vøkur hugsan, men hann setur spurnartekin við um føroyski fólkaskúlin veruliga er fyri øll.
-Tað realistiska er kanska, at skúlin ikki ber til at verða fyri øll. Vit hava í dag nógv brekaðir og menningartarnaðir næmingar, sum ikki fáa neyðugu tænastuna í fólkaskúlunum. Eg kenni nógv foreldur at hesum børnum, sum dagliga eru bekymrað um støðuni. Eg vil gjarna virka fyri, at børn við serligum tørvi fáa nøktandi skipanir, sigur Jógvan á Lakjuni.

Ikki stórvegis broytingar
Jógvan á Lakjuni legði ikki fingrarnar millum, tá rokið um sjónleikin Ginusøgu var á heysti í 2002. Hann segði bart út, at stuðulin til mentanina skuldi umhugsast, tí skattapeningurin kundi nýtast betur, enn til slíkar leikir sum Ginusøgur hjá Grímu.
Jógvan á Lakjuni er kortini blíðkaður nakað og sigur, at hann sjálvandi ikki fer at blandað seg upp í listina.
-Tað er ikki mín uppgáva at stýra listini. Eg havi kortini fullgóðan rætt at hava mína hugsan og siga mína meining um listina, sigur Jógvan á Lakjuni, sum sipar til hansara úttalilsir um Ginu-søgurnar
Spurdur, um hvørji øki av skapandi listini, hann ætlar at raðfesta fremst í samgonguskeiðnum, svarar Jógvan á Lakjuni, at rithøvundar og tónleikurin framhaldandi fara framhaldandi at fáa stuðul. Hann sigur, at hann ætlar at fáa eitt gott samskifti við fólkini, sum varða av teimum ymisku økjunum.
-Fólk skulu ikki vænta stórvegis broytingar á listarliga økinum. Eg má eisini hyggja realistiskt upp á tað. Búskaparliga støðan loyvir ikki mær at gera tær stórvegis broytingarnar, men tað er ringt at siga í núverandi løtu, sigur Jógvan á Lakjuni.

Fólkakirkjan yvirtakast
Nýggi landsstýrismaðurin við mentamálum hevur størstan part av lívi sínum verið sera virkin í fríkirkjuni, Siloa, í Fuglafirði. Nógv halda í skemti, at tað er lagnunnar speisemi, at ein virkin limur í brøðrasamkomuni hevur fingið upp í hendi at yvirtaka Fólkakirkjuna.
Jógvan er abbasonur Victor Danielsen, sum var ein av høvuðsmonnum aftanfyri brøðrasamkomuna og tann týtti Bíbliuna.
?Hatta er kanska eitt sindur stuttligt, men tað ikki avgerandi, hvat eg standi fyri, tí eg skal fylgja ætlaninum í samgonguskjalinum og tað ætli mær sjálvsagt at gera, sigur hann.

Segði møguliga ov nógv
Undir valstríðnum var Óli Breckmann rættiliga hvassorðaður ímóti Sjónvarpi Føroya og hótti stjóran Mikkjal Helmsdal við starvinum.
Jógvan á Lakjuni hevur eisini fleiri ferðir sagt sína hugsan um SVF. Hann hevur millum annað skýrt stovnin fyri at vera ov tjóðveldisvinarligan. Nú fuglfirðingurin hevur fingið ábyrgdina av SVF, er rættiliga nærliggjandi at spyrja hann, hvørjar ætlanir hann hevur við stovninum.
-Tað er stórur munur at vera parlamentarikkari og landsstýrismaður. Tað er rætt, at eg havi úttalað meg um, hvussu SVF hevur uppført seg í einstøkum málum. Sum politikkari ilskast ein ofta inn á grunnheitina hjá fjølmiðlunum og tað kann væl vera, at eg havi sagt ov nógv. Nú eri eg so settur sum landsstýrismaður og fremsta uppgávan verður at skapa frið á økinum, sigur Jógvan á Lakjuni.

Óheft nevnd
Í samgonguskjalinum stendur, at økið fjølmiðlaábyrgd skal yvirtakast í verandi samgonguskeiði. Hesum ætlar nýggi Mentamálaráðharrin at virka fyri.
-Mann hevur tosað leingi um yvirtøkuna og nú skal hon fremjast. Vit hava sanniliga eisini brúk fyri eini føroyskari fjølmiðlalóg, sigur hann
Jógvan á Lakjuni ætlar eisini at arbeiða fyri, at almennu fjølmiðlarnir, SVF og ÚF, gerast meira óheftir av politiska valdinum. Tjóðveldistingmaðurin, Tórbjørn Jacobsen royndi fyri nøkrum árum síðan at seta eina óhefta nevnd millum stovnarnar og landsstýrismannin, men henda roynd miseydnaðist.
Jógvan á Lakjuni hevur kortini góðar vónir um at hesin leistur letur seg gera og sigur seg vilja virka fyri, at ÚF og SVF verða skild frá politiska valdinum.


Fakta:
Navn: Jógvan á Lakjuni
Føddur: 1952 í Fuglafirði
Giftur: Giftur við Odvør á Lakjuni (fødd: Gunnarsson)
Børn: Høgni, Bárður, Rógvi, Herborg og Dánjal
Útbúgving: Lærari
Starvsroyndir: Lærari á Fuglafjarðar skúla 1977-1989, Á Handilsskúlanum á Kambsdali 1989-2004
Politisk søga: Valdur í 1998. Sitið javnan sum varamaður síðan 1989. Landsstýrismaður við mentamálum 2004-