Hevði fólkatingsval verið nú, høvdu Sosialdemokratarnir fingið bara 16,5 prosent av atkvøðunum. Tað vísir ein kanning, sum Greens hevur gjørt fyri Børsen, og hetta er tað ringasta úrslitið, sum flokkurin hevur havt í nakrari kanning hjá Greens síðani 1990.
Kanningin vísir eisini, at tann bláa andstøðan hevði fingið 100 umboð í Fólkatingið, um val hevði verið nú, og at stjórnarsamgongan og Eindarlistin høvdu fingið 75.
Tann stóri vinnarin er Vinstri, sum hevði fingið 58 tinglimir ella tvær ferðir fleiri enn Sosialdemokratarnir, skrivar Børsen.