Løgreglan: Hált og ring koyrilíkindir eru um alt landið

Løgreglan heitir á fólk um at hugsa seg væl um, tá tey seta bilarnar frá sær í kavanum.

 

– Hugsið tykkum væl um, hvussu tit parkera í kavanum.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur at nógvir bilar eru fastir í kavanum, bæði í bygdum og óbygdum øki, og teir eru til miklan ampa fyri maskinurnar hjá Landsverki, sum rudda kava.

Tí heitir vaktleiðarin á fólk, sum hava sett bilarnar frá sær soleiðis, at teir eru til ampa, um at boða løgregluni frá. So kann løgreglan ringja til eigaran, tá maskinurnar hjá Landsverki koma fram á bilarnar, so teir kunnu flytast.

Hann sigur, at gevur løgregluni óneyðuga nógv arbeiði at leita eftir fólki í slíkum føri, og tí áheitanin um at siga løgregluni frá, so tey kunnu skrásetta bilarnar, sum standa fastir í kavanum ella ólagaliga parkeraðir í kavanum. 

Hann biður eisini fólk hugsa seg væl um, tá tey seta bilarnar frá sær á óvanligum plássum, sum tey kanska eru noydd til, so tey ikki standa fyri innkoyringar ella standa soleiðis fyri, at  brandbilar og sjúkrabilar ikki sleppa framvið.