Útbygdi flogvøllurin verður skjótt tikin í nýslu, hareftir verður terminalurin útbygdur. Hetta hevur verið stór íløga, men hon kemur at tryggja okkum eitt betri samband við útheimin nógv ár fram í tíðina.
Undirstøðukervið viðvíkjandi telesamskifti á landi og sjógvi(skip) er á einum nøktandi støði, tó manglar at fullføra tilbúgvingina á sjónum.
Vegir og ferjuhavnir verða útbygd og hildin við líka eftir Samferðsluætlan 2008 – 1020, tó so, um eg komi inn á ting, vil eg virka fyri, at:
Solidarisk gjaldsskipan fyri brúk av vegum(tunlum) soleiðis, at farast kann undir Sandoyartunnilin sum skjótast.
Privatisering av Føroya Tele, tó ikki undirstøðu partinum.
Tyrlupallarnir verða útbygdir til lending í myrkri og bunkring.
Vaktar & Bjargingartænastan skal verða arbeiðsfør.
Vit súkkla/renna/sigla inn á ting
So javn millum føroyingar Føroyar