- Ja, partarnir hava báðir góðkent tað uppskot til semju, ið vit løgdu fyri teir klokkan fýra í dag, og avgjørt er at nýggi sáttmálin verður undirskrivaður klokkan seks í Tinganesi.
Tað segði Terje Sigurðsson, semingsmaður, við Rás 2, nú tað loksins eydnaðist at fáa semju í lag millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Við Rás2 upplýsir semingsmaðurin eisini, at talan er um ein tvey ára sáttmála.
Hoyr alla samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini.