Um eina løtu fara Heðin Mortensen og umboð fyri J & K Petersen at skriva undir sáttmálan um útbygging av Tórshavanr havn.
Umstrídda útbyggingin av Tórshavnar Havn verður sett í gongd um eina løtu, tá sáttmálin um útbyggingina verður undirskrivaður. Tað hendir á skrivstovuni hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra, um eina løtu.
Fjølmiðlarnir eru bodnir at vera við til undirskrivingina nú klokkan 13, og tá verður eisini kunning um útbyggingina av eystaru bryggju – og spurningar frá fjølmiðlunum svaraðir.
Til staðar verða Heðin Mortensen, borgarstjóri, Sjúrður Olsen, býráðslimur, umboð fyri Tórshavnar havn og J & K Petersen.