TÁ vit skulu gjøgnumføra eina verkætlan her á klettunum, verður oftani víst til hepnar royndir aðrastaðni. Ein hevur so løgið tað ljóðar kortini lyndi til at koyra undir teppið ringar royndir aðrastaðni. Eitt annað orðafelli sigur: ?Heldur fyrivarin enn eftirsnarin?. Og kanska er tað hetta orðafellið, sum vit eiga at taka eitt sindur meira í álvara, tá tað snýr seg um eitt tað størsta byggiprojektið í Føroya søgu. Tað er mett til at kosta einar 200 til 300 mill. kr. men hyggja vit eftir teimum óhepnu royndunum aðrastaðni, eitt nú í Noregi, so kann væl henda, at samlaði kostnaðurin fer langt upp um milliardina, tá avtornar, tí tað nettupp ikki verður turt. Marran í hesum er, um vit koma gjøgnum so leyst gróttilfar, at talan verður um skrúvuna uttan enda, tá borast og tettast skal. Í Noregi eru dømi um, at teir nettupp tí at teir ikki kannaðu nóg væl undirlendið, hava verið noyddir at betala í dýrum dómum at fáa tunnil tættin. Okkum vitandi hava bert verið gjørdar stakroyndir av undirlendinum. Spurningurin er tá, um tað ikki átti at verið gjørt størri kanningararbeiði, áðrenn farið verður undir at bora. Sjálvandi kanst tú ikki tryggja teg móti øllum, ein minimal óvissa vil vera við øllum slíkum arbeiði, men hava vit nú minimera hana, nú farast skal undir hetta risastóra projektið?
ÁHUGAVERT kundi verið at fingið at vitað úr Noregi, hvørjar royndir teir hava gjørt sær í so máta. Hvat hendir, um undirsjóvartunnilin fer at renna seg inn í somu trupulleikar, sum teir, ið tóku seg upp í bergholinum millum Lopra og Sumba! Hvør stendur tá um endan, hvør skal tá fíggja - um tað í heila takið ber til - tær upphæddir, sum skulu bøta um skaðan?
TAÐ fer einki av hesi verkætlan við at gera heimaarbeiðið tvs. forarbeiðið optimalt. Spurningur okkara er: er forarbeiðið gjørt optimalt nokk?










