Tað endaði 1-1, tá ið Víkingur og KÍ í fínum líkindum í Sarpugerði í kvøld settu hol á 9. umfarið í EFFO deildini. Harvið hava hesi bæði liðini spælt ein triðing av ársins landskapping. KÍ er á øðrum plássi við 16 stigum, og Víkingur er á triðja plássi við 14 stigum. ÍF hevur 12 stig, og tískil hava fulgfirðingar møguleika at lyfta seg fram á triðja plássið, um tað sunnudagin eydnast teimum at vinna á heimavølli ímóti NSÍ.
HB er fýra stig frammanfyri KÍ, og um tað sunnudagin eydnast toppliðnum at vinna á heimavølli ímóti TB, so verður munurin sjey stig aftur til næstfremsta liðið.
Hóast líkindini vóru av teimum fagrastu, so rakk uppgerðin í Sarpugerði í kvøld ongantíð upp á leikligu hæddirnar. Heimaliðið legði betri fyri, og var orduliga oman á fyrstu løtuna, men so javnaði spælið seg. Páll A. Klettskarð hjá KÍ hevði góða roynd, men bólturin brast í stólpan, og stutt undan steðginum legði fyrrverandi KÍ spælarin, Filip Djordjevic, Víking framum við skoti úr 20 metrum.
Lítla løtu eftir steðgin versnaðu fyritreytirnar hjá KÍ at fáa stig, tá ið miðvallarin Ivan Joensen sá gula kortið fyri aðru ferð og tískil varð rikin av vølli. Víkingur hevði bóltin meiri enn KÍ, men tað var lítil broddur í álopspartinum. KÍ hevði heldur ikki nógv at bjóða uppá, men tað eydnaðist at javna, hóast klaksvíkingar vóru undirmannaðir. Eftir innlegg úr høgru sendi fyrrverandi Víkinga spælarin, Páll A. Klettskarð, bóltin upp í nettakið.
Síðstu løtuna var lítil futtur í. Víkingarnir tóktust nøgdir við støðuna, og KÍ gjørdi lítið fyri at fáa fatur á øllum stigunum. Merkisvert var tað, at tríggir evnaríkir, góðir og púra ómóðir spælarar hitaðu upp allan 2. hálvleik, men KÍ gjørdi ongar aðrar skiftingar enn hana, sum klaksvíkingar vóru noyddir at gera í 1. hálvleiki, tá ið Álvur F. Christiansen fór skaddur av vøllinum.
Víkingarnir noyddust longu í 1. hálvleiki at skifta út tvær ferðir. Hans Jørgen Djurhuus fór skaddur av vøllinum, og Jann Ingi Petersen varð borin skaddur av vøllinum.
Víkingur-KÍ 1-1 (1-0)
1-0: Filip Djordjevic 42.
1-1: Páll A. Klettskarð 63.
Dómari: Dagfinn Forná
Víkingur: Geza Turi Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen Jann Ingi Petersen (Niclas Niclassen, 45.), Filip Djordjevic, Hans Jørgen Djurhuus (André Olsen, 30.) - Hjartvard Hansen (Heðin Hansen, 79.), Finnur Justinussen, Kaj Leo í Bartalsstovu
Gult kort: André Olsen, Niclas Niclassen
KÍ: Meinhard Joensen Gunnar Christiansen, Jógvan Isaksen, Oddmar Marsten, Heðin á Lakjuni Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør, Ivan Joensen Álvur F. Christianen (Ísak Simonsen, 43.), Páll A. Klettskarð, Johan Jacobsen
Gult kort: Ivan Joensen, Ísak Simonsen, Henry Heinesen
Reytt kort: Ivan Joensen 50. (2 gul)
LIÐUGT
1-1
90) 1-1
75) 1-1
Nú tað restar eitt korter er støðan tann sama í góðveðrinum í Gøtu. Heimaliðið hevur bóltin meiri, men talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar. Heðin Hansen er komin inn á Víkinga liðið í staðin fyri Hjartvard Hansen. Tríggir klaksvíkingar hita upp, men higartil er bara ein útskifting framd - tann í 1. hálvleiki, tá ið Álvur F. Christiansen noyddist skaddur av vøllinum.
65) 1-1: Páll A. Klettskarð 64.
So er aftur javnt í Gøtu. Síðani Ivan Joensen varð rikin av vøllinum hevur Víkingur havt bóltin mesta partin av tíðini, men tað er KÍ, sum hevur skorað. Vongverjin í høgru, Gunnar Christiansen, legði innfyri, Johan Jacobsen fekk við nærra stólpan ikki rættuliga tak á bóltinum, men tað eydnaðist honum at leggja eitt sindur út frá til Páll A. Klettskarð, sum smekkaði bóltin upp undir nettakið!
50) 1-0
Tað gongur einki serligt hjá klaksvíkingum í Sarpugerði. Teir eru aftanfyri við einum máli, og nú er tað greitt, at teir í 40 minuttir vera tíggju ímóti ellivu. Miðvallarin Ivan Joensen, sum higarti hevur verið ein av eyðsýndastu KÍ spælarunum, er rikin av vølli. Hann sá gult í 1. hálvleiki, og nú hevur Dagfinn Forná aftúr víst honum gula kortið fyri at steðga mótstøðumanni óregluliga. Harvið kom eisini reyða kortið úr reyvalummanum, og KÍ er undirmannað!
HÁLVLEIKUR
1-0
Teir eru farnir at hvíla seg, og støðan millum Víking og KÍ er 1-0 til Víking. Í síðstu løtu, áðrenn Dagfinn Forná bríkslaði fyri hálvleiki, varð Víkinga miðvallarin Jann Ingi Petersen so mikið illa skaddur, at hann varð borin av vøllinum. Hann var í nánd av bóltinum, men talan var ikki um serliga harðligan nærdyst. Í staðin fyri Jann Inga er Niclas Niclassen komin inn á Víkinga miðvøllin.
Tríggir spælarar eru skiftir út orsaka av skaðum: Álvur F. Christiansen hjá KÍ og Hans Jørgen Djurhuus og Jann Ingi Petersen hjá Víkingi. At síggja til tóktist Jann Ingi at vera meinast skaddur.
Størsti møguleikin í 1. hálvleiki var, tá ið Páll A. Klettskarð hjá KÍ sendi bóltin í stólpan. Men tað er Víkingur, sum er á odda eftir langskotsmálið, sum framrættaði miðvallarin Filip Djordjevic skoraði.
44) 1-0: Filip Djordjevic 42.
So hevur Víkingur lagt seg á odda. Málskjútti var Filip Djordjevic, sum úr 20 metra fjarstøðu sendi bóltin í málið. Eftir langa framlegging royndi KÍ verjan at rudda burtur. Tað eydnaðist ikki nóg væl, og Djordjevic takkaði fyri, tá ið hann fekk møguleikan fýra minuttir uttanfyri brotsteigarmarkið.
Álvur F.Christiansen hjá KÍ er farin skaddur av vøllinum, og í hansara stað er komin Ísak Simonsen.
30) 0-0
Síðstu løtuna hevur tað ikki gingið Víkingi til fyrimunar. Hans Jørgen Djurhuus er skiftur út. Í hansara stað er komin André Olsen.
KÍ hevur eftir lítlari løtu havt tveir møguleikar, har tað var tætt við. Í báðum førum var Páll A. Klettskarð um reppið at skora mál. Í fyrra førinum varð hann leysur, men tað eydnaðist ikki heilt, tá ið hann royndi at sneiða framvið Geza Turi. Bólturin fór út í vinstru, og eftir innlegg frá Hjalgrími Elttør stýrdi Páll A. Klettskarð bóltin á stólpan!
20) 0-0
Tað er framvegis málleyst, og tað hava ikki verið upplagdir málmøguleikar fyrstu tjúgu minuttitrnar í dýrdarveðrinum í Gøtu, har KÍ er á vitjan. Fyrstu løtuna var Víkingur bragdligari, men nú hevur tað javnað seg nakað. Víkingarnir royna seg nógv við longum sendingum fram til Finn Justinussen, og KÍ hevur ilt við at fáa samanspælið at rigga.
Víkinga miðvallarin Hans Jørgen Djurhuus fór fyri løtu síðani haltandi av vøllinum. Fleiri víkingar hita upp, men enn er eingin skifting gjørd.
10) 0-0
Higartil hava tað ikki verið upplagdir málmøguleikar í Sarpugerði. Heimaliðið hevur verið leikliga omaná, og Víkingur hevur havt fleiri hornaspørk uttan at talan hevur verið um spentar støður. KÍ hevur fyri lítlari løtu síðani havt fyrstu royndina ímóti málinum hjá Geza Turi.
Víkingur-KÍ kl. 19.00
Dómari: Dagfinn Forná
Víkingur: Geza Turi Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen Jann Ingi Petersen, Filip Djordjevic, Hans Jørgen Djurhuus - Hjartvard Hansen, Finnur Justinussen, Kaj Leo í Bartalsstovu
KÍ: Meinhard Joensen Gunnar Christiansen, Jógvan Isaksen, Oddmar Marsten, Heðin á Lakjuni Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør, Ivan Joensen Álvur F. Christianen, Páll Klettskarð, Johan Jacobsen
Klaksvíkingar eru komnir í Sarpugerði, har Víkingur og KÍ fyrireika seg til landskappingardystin teirra millum, sum verður í kvøld. Fyrsta bríkslið verður klokkan 19.
Tað er sjáldan, at líkindini eru so góð at spæla fótbólt í Sarpugerði, sum tey eru í kvøld. Tað er lýtt og stilt, og sólin hevur hug at kaga undan. Áhugin fyri dystinum er stórur, og tað verður roknað við nógvum áskoðarum.
Allir KÍ spælararnir eru tøkir. Hjá Víkingi hevur ivi verið um Kaj Leo í Bartalsstovu, sum sunnudagin fór skaddur av vølli, tá ið Víkingur í steypakappingini hevði vitjan av FC Suðuroy. Talan var um trupulkeikar við liðbondunum í fótliðnum. Kaj Leo hevur verið undir viðgerð síðani, og hann hevur vant millum lítið og einki. Tó verður vónað í Víkingi, at hann verður førur fyri at spæla.
Søgan hjá Víkingi er stutt, og higartil hevur tað ongantíð eydnast teimum myrka bláu úr Klaksvík at vinna á teimum ljósabláu, tá ið uppgerðin hevur verið í Sarpugerði. 20. mai í fjør vann KÍ fyrstu ferð á útivølli ímóti Víkingi. Úrslitið var 1-0, men tá royndi liðið úr Eysturkommunu at verja borg í Fuglafirði, meðan tað í Sarpugerði varð arbeitt við at leggja nýtt graslíki á.
KÍ hevur 15 stig og er fimm stig aftanfyri oddaliðið HB. Víkingur er á triðja plássi við 13 stigum.