Eisini í Klaksvík hevur verið nógv regn í nátt og fyrrapartin. Og kanska var tað eitt heppið høvi at royna nýggja undirlagið á fótbóltsvøllinum, sum verður gjørt í hesum døgum.
Tá ið graslíkið á fótbóltsvøllinum í Klaksvík var tikið av í sambandi við, at tað skuldi skiftast, varð komið eftir, at ov stórir ójavnar vóru í undirlagnum. Vøllurin hevði sett seg nakað, og fyri at lúka FIFA II Star-krøvini, sum Klaksvíkar kommuna hevur lagt seg eftir, var mett skilabest at rætta uppá undirlagið.
Hesir ójavnar kundu ikki rættast omaná verandi gummiundirlagið, ið liggur undir graslíkinum, og tí mátti tað eisini takast av fyri at asfaltera av nýggjum. Nú er eitt nýtt avrættingarlag, sum er frá minni enn 1 cm til 7 cm, lagt omaná tað asfaltbundna skervundirlagið.
Við tí regni, sum verið hevur í nátt og morgun, er møguligt at staðfesta, at undirlagið er væl frágingið. Tað eru eingir hyljar á vøllinum og heldur eingir trupulleikar uttanfyri vøllin.
Fleiri stakroyndir eru eisini gjørdar við stórum spannum av vatni at sleppa á ymisk øki á vøllinum. Royndirnar vísa, at vatnið er burtur í sama eygablikki, stoytt verður.
Virkandi borgarstjórin, Jógvan Skorheim fegnast um góða úrslitið, nú neyðugt varð at gera undirlagið av nýggjum.
- Her er tó sjálvsagt talan um eykaarbeiði, ið hevur tikið eina viku av tíðarætlanini. Men tó er málið, at vøllurin er klárur at spæla á í góðari tíð fyri, at finalan um Løgmanssteypið verður í Klaksvík. Tað er at fegnast um, at arbeiðið, hóast alt, hevur gingið so mikið væl, og gleða vit okkum at taka ímóti øllum teimum mongu, sum koma til Klaksvíkar at síggja finaluna, sigur Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.
(Myndir: Dávur Winther)










