Undirhúsið í Gøtu letur nú upp alment

Martin Juul Jarnskor, sum hevur verið primus-motorur fyri undirhúsinum, sigur, at nógv sjálvboðið arbeiði er gjørt og teir, sum standa aftanfyri tiltakið, hava eisini latið pening til fyri at náa undir land

Undirhús

Nú fáa gøtumenn sítt undirhús.
Martin Juul Jarnskor, sum hevur verið ein av teimum ágrýtnastu at fáa undirhúsið undir land, sigur, at teir hava ásett dagin til almennna upplating til leygardagin komandi klokkan 13.
Tað er Gøtu kommuna, sum hevur latið ein part av gamla kai-húsinum til endamálið, og í hesum sambandi hevur kommunan innrættað hølini av nýggjum og sett tey í stand.

Nógv sjálvboðið
Martin Juul sigur, at nógv sjálvboðið arbeiði er lagt í undirhúsið og teir, sum standa aftanfyri tiltakið, hava eisini latið pening til fyri at náa undir land.
- Vit hava møtt stórari vælvild, og eitt nú hava vit fingið tey trý vindeyguni, sum eru í hølunum, frá Alu-Plast. Aðrar fyritøkur hava eisini stuðlað okkum.
Hølini eru umvæld, innrættað av nýggjum og sett í stand til endamálið.
Martin sigur, at ein av teimum ágrýtnastu hevur verið Hargarð Tvørfoss, sum bæði hevur spartlað, tapetserað, málað og lagt á gólvið, umframt at hann hevur skorið til og neglt geriktir. Haraftrat hevur hann sett køkin, sum er í hølunum, upp.
- Hargarð hevur lagt eitt stórt arbeiði í hetta verk, sigur primus-motorurin, sum heldur, at hølini nú eru sera hugnalig til endamálið.
Martin Juul sigur, at tað, sum restar í, er wc og brúsa, sum teir eisini gjarna vilja hava.

Eisini ferðandi
- Vit kundu hugsað okkum, at ferðafólk, sum koma higar til bygdina í bátum og annars detta fram við í Gøtu, kundu brúkt hølini um sumrarnar, soleiðis at hesi sleppa undan at krógva seg millum húsini at sleppa sær av við tað "náttúrliga". Eisini kundu hesi fingið eitt brúsubað og annars sitið í hølunum og hugnað sær aftur við einum kaffimunni.
Hann vísir á, at teir, sum standa aftanfyri undirhúsið, hava einki aldursmark sett á, hvør kann koma í hølini.
- Vit halda ikki, at hetta er neyðugt, tí teir yngru, sum kanska kundu hugsað sær at dottið framvið, kunnu saktans fáa nakað burtur úr at hoyra okkum eldru og gomlu tosa um tær royndir, sum vit hava gjørt okkum í lívinum.
Martin Juul sigur, at ætlanin er eisini at útvega sær eitt sjónvarp at stytta sær stundir við.

Gott útsýni
Útsýnið úr undirhúsinum er gott.
- Vit hava niðaru síðu av bygninginum, og haðani sæst yvir á Syðrugøtu, nakað útyvir víkina, og somuleiðis kunnu vit fylgja við, tá ið bátar koma aftur at landi.
Hann sigur, at rúmið, sum teir hava í kai-húsinum, er einar 19 fermetrar stórt.
- Vit halda, at hetta er nóg mikið, tí tað skapar eisini sín hugna, at rúmið ikki er alt ov stórt.
Martin Juul vísir á, at teir eldru og gomlu ikki altíð hoyra so væl, og tá kann tað vera heppið, at menn sita tætt sama og skifta orð.

Undir land
Tað eru eini tvey ár síðan, at einir 30 mans í Gøtu fóru til fundar at røða um at fáa eitt undirhús í bygdini.
- Nú eru vit so komnir undir land, og vit fegnast um tað verk, sum nú stendur liðugt, sigur hann.
Tá ið latið verður upp leygardagin, fer eitt skeltið at standa á húsinum.
- Á skeltinum fer at standa "Undirhús", men vit vilja ikki avdúka, hvussu húsið fer at verða rópt. Tað verður navnið á einum søguligum og kendum persóni, sigur ein fegin Martin Juul Jarnskor at enda.