Undirbeat/Tutl kollaboratión í vikuskiftinum

Í vikuskiftinum koma fimm professionell belgisk blaðfólk og booking umboð til Føroyar at kanna føroyska tónleikapallin.
Í hesum sambandi skipa Undirbeat og Plátufelagið Tutl fyri felags átaki við einari rúgvu av framførslum.

 

Elektro kvøld í Cippo

Fríggjakvøldið 9. mai kl 00.00 er tað lívliga og dansivinarliga í hásæti ? Undirbeat style! Kvøldið bjóðar spennandi elektro sett frá Peturi Pólsyni, vælupplagdan new wave rock frá The Story Ends og DJ framførslur frá Undirbeat kenningunum Spencer Jones og DJ Knýtil. Teir fara at spæla eitt feskt, frískligt bland av bæði føroyskum og útlendskum elektroniskum dansitónleiki.

Kostnaðurin er100kr, og aldursmarkið 18 ár.

 

Label kvøld í Havnar Klubba

Leygarkvøldið 10. mai kl 20.00 er Havnar Klubbi karmur um tiltak, ið setir fokus á bólkar og artistar, ið hava serligt tilknýti til Plátufelagið Tutl. Hetta kvøldið er ætlað sum eitt ?lurtikvøld?, har ein kann setast afturá og lýða á fjølbroyttar tónar úr føroyskum tónleikalívi. Ikki færri enn 11 nøvn framføra, og sostatt verður mangt og hvat spennandi at hoyra; singer/songwriter frá Marius, Dánjal og Knút H. Eysturstein, cabaret gypsy fólkatónleikur frá Budam, jazzur frá Benjamin og Yggdrasil, elektro poppur frá The Ghost, fólkatónleikur frá Spælimonnunum, popp rokkur frá Guðrið Hansdóttir, blues frá Crawling Blue og alternativur folk rokkur frá Peturi Pólsyni.

Kostnaðurin er 100kr, men tiltakið er ókeypis fyri limir í Havnar Klubba. Einki aldursmark er hetta kvøldið.

 

Les meira um tiltøkini og um belgisku tónleikaumboðini á www.undirbeat.com