So er tíðin komin til, at vit aftur savnast til feitastu elektroveitsluna, býarlívið hevur at bjóða. Hesu ferð við Mrs. Duplo og DJ Switch á plakatini. Umframt at bjóða dygdargóðar elektrotónar, verður hesa ferð eisini bjóða eitt DJúrval, har javnt býti er millum kynini. Tað er ikki bara hardcore cutting edge viðvíkjandi tónleikaligum úrvali, men tað
leggur seg eisini eftir javnstøðu millum kynini.
Mrs Duplo koyrir sín litríka girl power breakbeat discostíl og ungi
men sera royndi DJ Switch fer við sínum ekvilibristisku snildum at
fáa sprutt í grýtuna, so tað rýkur eftirí.
Ræðuliga stuttligt, sjálvandi. Og ræðuliga genialt, sjálvandi.
Undirbeat, leygarkvøldið í Cippo frá kl. 00.00-04.00
Kostnaður 100 kr.