Undirbeat farið í heystfrí

Hetta summarið hevur verið ógvuliga innihaldsríkt fyri Undirbeat. Í mai mánaða varð tiltakið flutt út úr Cippo og fór at fjakka kring landið til lagurbygningin á Heygsvegnum í juni; í juli í Grundini á G! Mini, Skansanum á Ólavsøku og neystinum hjá Aksel á Ovastevnu; í august mánaða varð ársdagurin hjá undirbeat hátíðarhildin út í framsýningarhølinum í Skipasmiðjuni, og seinast tað var, var fyri trimum vikum síðani, tá vitjað varð í Patio í miðbýnum.

 

Nú er tíðin komin til at taka tað róligt í nakrar vikur, savna sær kreftir, seta saman hugskot og kreativitet og koma aftur í jólamánaðinum við nøkrum eksploderandi rave veitslum.

Enn kunnu tíð ella stað ikki avdúkast, men tú skalt nokk fáa tað at vita, tá tíðin er búgvin.

 

Hetta merkir tó ikki, at tú slett ikki kanst fara í býin og hoyra elektroniskan tónleik. Ein av Undirbeat fyriskiparunum, Sunneva H. Eysturstein, er nevniliga farin at samstarva við Patio um at broyta teirra stíl og gera staðið meira sprøklut og dansivinarligt. Har kanst tú hvørt vikuskifti hoyra eitt breitt og gott úrval av DJum. Teir spæla hvør sær nógvar ymsar sjangrur, men hava allir tað til felags at spæla feitan og spennandi tónleik.

 

Meira frættist sjótt aftur um Undirbeat tiltøkini, sum vera á jólum.