Summi tingfólk brúka fleiri hundraðtúsund krónur at koma á ting.
Men tað ger Reimund Langaard ikki. Hann segði av tingsins røðarapalli í dag, at valstríðið kostaði honum færri enn 5.000 krónur.
– Og eg fari at brúka enn færri krónur næstu ferð, sigur hann.
Hyggjuráðini hjá honum eru, at tey, sum ætla sær á ting ikki skulu brúka siðbundnu føroysku miðlarnar.
– Tit skulu brúka Facebook og Google Ads. Tað er nógv bíligari enn lýsingar á forsíðum í bløðunum. Við at gjalda fimm dollarar til Facebook røkkur tú út til 1.000 brúkarar. Brúkar tú so 1.000 krónur, røkkur tú 30.000 brúkarum, gott nokk rakar tú kanska onkran fleiri ferðir, segði Reimund Langgaard, løgtingsmaður Sambandsfloksins.
Tað var undir orðaskiftinum um uppskotið frá Tjóðveldinum um, at flokkar og tingfólk skulu upplýsa alment um allan stuðul, sum flokkar og tingfólk fáa til valstríð. Samgongan feldi uppskotið hjá Tjóðveldinum.