Undansýning av Malmros-filmi

Mikukvøldið verður undanfrumsýningin av filminum Sorg og Glæde í Havnar Bio. Hetta er nýggi filmurin hjá Nils Malmros, sum snýr seg um hendingina, tá ið kona hansara í einari psykosu drap dóttir teirra. Spenningur er stórur til hendan filmin, sum Malmros hevur kallað tann týdningarmesta í sínari karrieru.

Sorg og Glæde
Havnar Bio
Mikukvøldið 6/11 kl. 20.00