Undanroyndin verður í Runavík

Í morgin bresta Formula liðini hjá HB og NSÍ saman í Gundadali. Klokkan 15 seinnapartin í dag verður undanroyndin í Runavík. Tá fara næstbestu liðini hjá somu feløgum at spæla.

Bæði NSÍ og HB hava burturúr fimm teimum fyrstu umførunum fingið seks stig.

Felags fyri bæði liðini er eisini, at sentralur spælari er leikbannaður.

Hjá NSÍ skal Viggo Johannesen seinnapartin sita seinna leikbannið av sær.

Hjá HB er Vagnur Mohr Mortensen leikbannaður. Eftir útvísingina ímóti KÍ í Gundadali fyri viku síðani hevur hann fingið tríggja daga leikbann.

Høgni Joensen hjá HB, sum hevur verið leikbannaður í tvey umfør, er tøkur aftur.