Umvælingin av Suðringi kostar 8,6 mió. krónur

Tað fer helst at taka einar átta vikur at umvæla skaðan, sum djúpvatnstrolarin Suðringur fekk, tá ið eldur kom í skipið

Umvæling

Herfyri varð avtala gjørd millum Skipasmiðjuna á Skála øðrumegin og Tryggingarfelagið Føroyar og reiðaríið, sum eigur Suðring, hinumegin um umvæling av skaðanum, sum skipið fekk, tá ið eldur kom í verksmiðjuna herfyri.
Magnus Magnussen, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju, sum eisini eigur Skála Skipasmiðju, veit at siga, at samlaða tilboðið fyri umvælingina liggur um 8,6 miljónir krónur, og roknað verður við, at umvælingararbeiðið fer at taka einar átta vikur.

Tætt samstarv
- Vit hava arbeitt í tøttum samstarvi við veitarar í Eysturoy fyri at fáa umvælingararbeiðið gjørt í Føroyum. Hetta samstarv hevur verið fyrimyndarligt, og vit fegnast um, at tað hevur eydnast at savna so stóra ekspertisu uppá so stutta tíð.
- Hetta prógvar, heldur stjórin, at um vit standa saman, kunnu føroyskar fyritøkur kappast við tær útlendsku ? og hetta er vegurin fram, leggur hann dent á.
Hann vísir á, at hinar fyritøkurnar, sum eru við í arbeiðnum at umvæla Suðring, eru El-Service á Skála, KJ-Hydraulik á Kambsdali, Byggi Service á Skála og FJM í Runavík.
- Tryggingarfelagið Føroyar eigur eisini rós fyri skjóta og professionella handfaring av málinum ? og ikki minst hetta hevur stóran týdning fyri reiðaríið, sum eigur skipið, heldur stjórin á Tórshavnar Skipasmiðju, Magnus Magnussen.