Umvæla tornið á Havnar kirkju

Menn frá Articon eru farnir í holt við at umvæla tornið á Havnar kirkju. Tá hetta arbeiðið er liðugt, er øll kirkjan sum hon er umvæld

Havnar kirkja hevur gjøgnum fleiri ár staðið fyri einari mivísari umvæling, har partar av kirkjuni eru umvældir so við og við. Nú er tørnið komið til tornið, og tá tað er liðugt umvælt, er komið runt.

Stiladsið er sett upp, og sjálv umvælingin fer nú í gongd.

Tá arbeitt verður við gomlum friðaðum bygningum sum kirkjan er, so skal alt gerast í samráð við Fornminnissavnið, sigur Jákup Símun Simonsen, formaður í kirkjuráðnum í Havn.

Umframt sjálvt tornið skulu eisini urskivurnar frískast upp eina og sjálvur spírurin skal shinast upp.

Kirkjan er upprunaliga bygd í 1788, men fekk eina gjølliga og umfatandi umvæling og umbygging í 1865, og gjørdist tá sum nýggj.

Tað er Articon, sum stendur fyri arbeiðinum, sum væntandi fer at vara einar tveir mánaðir, sigur Jákup Símun Simonsen.

Tað er Jórun í Dali, arkitektur, sum hevur eftirlit við arbeiðinum.