Umvæla steinstøkk á forrútum

Bilverkstaðið v/Hans J. Kollsker býður seg fram at umvæla steinstøkk á forrútum

Bilverkstaðið hjá Hans J. Kollsker býður seg nú sum tað fyrsta í Føroyum fram at umvæla steinstøkk á rútum.

So ótrúligt tað enn ljóðar, so ber tað til at umvæla støkk í rútum, um rætt og nóg skjótt verður atborið.

_ Tað snýr seg um at gera skjótt av, tí um ov nógv rusk og væta savnast í støkkinum, verður umvælingin truplari, sigur Hans J. Kollsker.

Í Danmark eru hesar umvælingar vanligar, og har lata tryggingarfeløgini klistrimerki, sum fólk kunnu klistra á støkkið, so skjótt tey varnast tað.

_ Hetta hjálpir munandi upp á umvælingina, sigur Hans J. Kollsker.

Tá støkkið verður umvælt, verður ein serlig veska sproytað inn í sprekkuna - ella støkkið, og so verður luftin sogin úr. Rúturin verður heilur aftur og styrkin tann sama.

Á henda hátt ber til at fáa burtur sprekkur í forrútum upp til 25 cm.

Hans J. Kollsker sigur, at tey hava tosað við tryggingarfeløgini um hetta.

_ Hetta kann spara tryggingini nógvar pengar, og harvið eisini tryggingartakaranum, vísir Hans J. Kollsker á. Ein slík um væling kostar 750 kr pr støkk, meðan tað sjáldan kostar undir 4.000 kr at skifta ein forrút. Vanliga glastryggingin fevnir um skaðar upp til 4.000 kr.

Hans J. Kollsker leggur afturat, at tey sjálvandi skifta rútin, um støkkið er so mikið stórt, at tað ikki kann umvælast. Men hann vísir á, at inntrivið at umvæla steinstøkk er munandi minni, enn at skifta rútin.

Men slíkar steinstøkkumvælingar verða ikki gjørdar í sýnsøkinum í rútinum, t. v. s. í einum øki á stødd við eitt A4 ark beint framman fyri føraran.

Sjálvsagt kunnu slíkar umvælingar spara nógvar pengar, og Hans J. Kollsker vísir á, at serliga tá talan er um størri bilar, so sum bussar, so hevur hendan umvælingin sera stóran týdning.

_ At skifta forrútin á einum bussi kann lættliga kosta 30.000 kr, meðan ein slík umvæling kann gerast fyri 1000 kr, tá er sjálvsagt, at talan er um sera stóra sparing, sigur hann.