Umvæla brúnna um Toftavatn

Gøtan, sum Nes kommuna og Runavíkar kommuna í felag hava latið gera, verður nógv brúkt og er til stóra gleði fyri mong.

Í hesum døgum umvælir Nes kommuna brúnna um Toftavatn.

 

Í Nes kommunu vita tey at siga, at gøtan av Svangaskarði oman til Toftavatn, runt Innara vatn og fram við Løkinum, sum Nes kommuna og Runavíkar kommuna í felag havi latið gera, verður nógv brúkt og er til stóra gleði fyri íbúgvarnar í nærumhvørvinum.

 

Men, gøturnar skulu eisini haldast við líka, og í hesum døgum er tað brúgvin um Toftavatn, sum verður umvæld. Tað er Nes kommuna, sum stendur fyri at viðlíkahalda gøtuna, men kostnaðurin verður deildur millum báðar kommunurnar.