Tá ið Føroyar og Norðurírland dystast á Tórsvølli í kvøld, verður tað eitt týskt dómaratoymi, sum skal leiða dystin. Høvuðsdómari er 34 ára gamli Felix Zwayer, sum hevur dømt í Bundesliguni síðani 2009 og hevur verið FIFA-dómari seinastu trý árini.
Tað vakti stóran ans, tá ið týska fótbóltssambandið kunngjørdi, at Felix Zwayer skuldi vera altjóða dómari. Hann hevur nevniliga verið bannaður frá fótbólti í eitt hálvt ár fyri at hava verið partur av einari av teimum størstu fótbóltsgølunum í týskari fótbóltssøgu.
Felix Zwayer var nevniliga hjálpardómari hjá Robert Hoyzer, sum í 2005 varð handtikin fyri at hava staðið fyri avtalaðum spæli fyri fleiri milliónir krónur, og at beinleiðis hava ávirkað dystir við at bríksla fyri ivasomum brotsspørkum og reyðum kortum.
Robert Hoyzer fekk lívlangt bann frá fótbóltsdøming og hálvt triðja ár handan rimar, men Felix Zwayer slapp við hálvum ára banni frá fótbóltsdøming. Tað var hann, sum meldaði Robert Hoyzer til týska fótbóltssambandið, og hevur hann óivað fingið avsláttur fyri tað.
Í rættarsakini kom m.a. fram, at Felix Zwayer tók ímóti 300 evrum frá Robert Hoyzer undan dystinum ímillum Werder Bremen og SV Wuppertal í týsku steypakappingini í 2004. Avtalan var, at hann skuldi lata vera við at veitra fyri avgerandi støðum, sum vóru ímóti SV Wuppertal.
Nú, 10 ár seinni, er Felix Zwayer tó ein av frægastu dómarunum í týsku Bundesliguni, har hann er ein av tíggju altjóða dómarum. Hóast hann hevur dømt nógvar dystir í Champions League og Europa League, so verður tað í kvøld einans fjórðu ferð, at hann skal døma ein A-landsdyst.