- Tað undrar meg ikki, at so er, sigur Anna Gásadal um, at hagtølini vísa at helvtin av føroysku børnunum í 5. flokki ikki megna at svimja 200 metrar.
- Í nógvum skúlum byrjar svimjiundirvísingin ikki fyrr enn í 3. flokki og so gerst torført at læra seg so væl at svimja, at ein megnar 200 metrar longu í 5. flokki.
Anna Gásadal er tó bangin fyri, at nógvir svimjitímar verða spardir burtur kring landið.
- Tímarnir til svimjing eru lutfalsliga dýrir. Ein má hava ein lærara við svimjilæraraútbúgving fyri hvørjar 15 næmingar. Slíkar avmarkingar eru ikki til vanligar ítróttartímar, og tí eru tað lætt spardir pengar, tíverri.
Les eisini Føroysk børn duga ov illa at svimja
Hon harmast eisini um vánaligu umstøðurnar fyri svimjifrálæru.
- Tað er ein stórur mangul upp á svimjihylar og lærarar. Manga staðni er langt til nærmasta svimjihyl, meðan aðra staðni eru alt ov trongt, sigur Anna Gásadal. Hon vísir á, at hóast nógvir hylir eru í Havnini, so er tað sera trongt, tí tað eru so nógvir skúlar og aðrir stovnar, ið nýta teir, umframt at almenn svimjing ofra er samstundis.
- Eg eri bangin fyri, at nógvir skúlar tí velja svimjingina frá, tí umstøðurnar eru so ringar, sigur hon.
Les meiri í Sosialinum mikudagin, ið verður borið út í hvørt heim.










