Undanfarnu árini hevur tað verið skipað sum eitt einstakt tiltak, ið hevur verið hildið á einum stað, men í ár verður talan um fýra ymisk tiltøk, sum verða týsdagin og mikudagin í komandi viku.
Týsdagin klokkan 10.00 verður tiltakið á Handilsskúlanum í Havn, og klokkan 12 sama dag verður tiltakið í Hoydølum. Dagin eftir, mikudagin, klokkan tíggju á morgni verður tiltakið á Kambsdali. Týskvøldið klokkan hálvgum átta verður eisini skipað fyri kunningarkvøldi á Studentaskúlanum á Kambsdali. Eisini suðuroyingar fáa vitjan, tí mánadagin verður kunnað á Miðnámsskúlanum í Suðuroy.