Umráðandi við langtíðarmálum

- Vit eru so smá og tí kunnu vit ikki hava allar útbúgvingar á hægri stigi í Føroyum, men tað er umráðandi at seta sær langtíðar mál, sigur landsstýrismaðurin í skúlamálum, Jógvan á Lakjuni

Nakrar útbúgvingar á hægri stigi kunnu takast í Føroyum. Eitt nú bachelor í samfelagsfrøði, søgu og biologi. Til ber eisini til dømis at lesa føroyskt á Fróðskaparsetrinum. Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, lærari ella pedagogur ber eisini til at taka í Føroyum. Men ongin master útbúgving kann takast í Føroyum. Tað er ein tanki, sum politiski myndugleikin hevur tikið til sín, sambært Visjón 2015, sum løgmaður, Jóannes Eidesgaard, tosaði um í Ólavsøkurøðu sínari fyrr í summar. Í henni stendur greitt:
Vit ætla at seta á stovn ein lærdan háskúla, ið skal fevna um eitt nú hægru útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum, út­búgvingar til sjúkrarøktar­frøðingar, lærarar og pedagogar eins og hægri útbúgvingarnar á Handisskúlanum. Somuleiðis eigur ein KT-kjarni við bacherlor-, master- og Ph.D.-útbúgvingum at verða skipaður, eins og ein masterútbúgving í løgfrøði.
Jógvan á Lakjuni, lands­stýris­maður í skúlamálum, sær avgjørt eina master útbúgving í løgfrøði fyri sær.
- Eg haldi so avgjørt, at tað átti at verið møguligt at tikið ein yvirbygning til løgfrøði í Føroyum, so kundu fólk lisið fyrra partin aðrastaðni enn í Føroyum, greiðir lands­stýrismaðurin frá.
Trýst á pengapungin
Jógvan á Lakjuni ásannar trupul­leikan við, at tey lesandi ikki koma aftur til Føroya.
- Hatta er ein trupulleiki, sum vit hava tosað um, og hvussu vit kunnu gera fyri at loysa hann, sigur Jógvan.
Hann greiðir frá, at ein tanki, sum hevur verið frammi er um endurgjald fyri ÚSUN stuðulin. ÚSUN er lestrarstuðul til teirra, ið taka teirra útbúgving uttan fyri Norðanlondini. Stuðulin veksur alsamt, og fíggjarnevndin hevur givið mentamálaráðnum boð um at endurskoða hendan postin. Við íblástri úr Íslandi er tankin um endurgjald íkomin. Tað gongur stutt sagt út uppá, at um tú ikki kemur aftur tl Føroya innan fyri eitt ávíst áramál eftir loknan lestur, mást tú gjalda stuðulin aftur. Um tú hinvegin flytir heimaftur, slepst undan afturgjaldingini.
Til afturgjaldingina hevði so verið talan um sera lagaligar gjaldstreytir. Jógvan setur spurnartekin við, hvørs tað er rætt, at Føroyar gjalda, og so koma hesi fólkini ongantíð aftur til Føroya at búgva. Hendan ætlanin er tó ikki ítøkilig, sum nú er. Tað er bert ein tanki, sum hevur verið uppi og vent í Tinganesi. Men tað broytir ikki tann veruleikan, at posturin ÚSUN stuðul veksur alsamt.
- Heldur vøksturin í ÚSUN fram, má okkurt gerast, sigur landsstýrismaðurin.
Tekur undir við deplum
Tá ein fólkaskúli skal flytast ella niðurleggjast, krevst tað ein fólkaatkvøða, so tað er næstan ógjørligt at niðurleggja onkran av teimum smærru bygdaskúlunum, tí flestu fólk eru góð við teirra skúla. Men Jógvan á Lakjuni væntar, at onkur av teimum 63 fólkaskúlunum í Føroyum, verða niðurlagdir, so hvørt sum kommunusamanleggingarnar økjast.
- Men hetta er eitt kjak, sum eg slettis ikki ætli mær útí, tí hetta má vera upp til lokalsamfelagið at gera av, staðfestir landsstýris­maðurin.
Jógvan á Lakjuni kom í nakað av illveðri, tá hann herfyri út­tal­aði seg um, at HF-skeiðið í Klaksvík skal flytast, tá Norð­oyatunnilin stendur liðugur um eitt hálvt ár ella so.
Hann sigur, at hann tekur undir við skúladepilsætlanunum. Tríggir deplar: Ein fyri Suðuroy, ein fyri Streymoy og ein fyri Norðoyggjar og Eysturoynna.
Tá tað kemur til miðnáms­skúlar, sigur Jógvan á Lakjuni, at tað er neyðugt at rationalisera.
- Deplarnir gera, at tilboðini verða so fjølbroytt, og tað økir um valmøguleikarnar hjá teimum ungu millum tær ymsu vallærugreinarnar. Betraða vegakervið ger jú eisini, at tey ungu kunnu búgva heima og koyra ímillum í skúla. Hetta fer at gera, at talan kann verða um fjøltáttað tilboð, ið flest øll kunnu røkka heimanífrá, sigur landsstýrismaðurin, Jógvan á Lakjuni, at enda.