Umráðandi við fjølbroyttum flota

- Vit duga at síggja, at makrelur eisini kann gerast eitt gott ískoyti hjá lemmatrolarum, sigur Felagið Lemmatrolarar sum heldur, at skulu vit varðveita ein fjølbroyttan fiskiflota í Føroyum, heimahoyrandi í ymiskum økjum í landinum, er neyðugt at býta soleiðis, at flest møguligir kunnu verða við. Felagið Lemmatrolarar, har Marner Lisberg er formaður, ger nú í skrivi til miðlarnar vart við síni sjónarmið í spurninginum um nógv umrødda makrelin.

Víst verður á, at hesa tíðina í fjør var landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum í sonnum ódnarveðri.

- Orsøkin var, at hann vildi ikki gera avtalu við ES og Noreg um makrelbýtið landanna millum, tí hann metti, at Føroyar eiga ein størri part av makrelinum enn tey 4,7%, sum avtalað hevði verið um framman undan.

Felagið sigur, at harðast leikaði á, tá teir, sum gjøgnum árini hava fiskað makrel, eins og stórir partar av politisku skipanini, fóru saman um at krevja, at landsstýrismaðurin gjørdi avtalu við teimum 4,7% sum grundarlagi.

- Landsstýrismaðurin stóð mest sum einsamallur í hesum týdningarmikla máli, sigur felagið.

Felagið Lemmatrolarar vísir á, at eisini hevur verið ført fram, at tá makrelurin kemur í føroyskan sjógv, kann eingin ivi vera um, at hann kemur henda vegin eftir føði, eitt nú eftir toska,- hýsu,- og upsayngli,- ella tí, sum heimaflotin skal fiska um nøkur ár.

- Hetta er ein orsøkin til, at heimaflotin gav landsstýrismanninum sín fulla stuðul, tá hann í fjør ásetti Føroyum eina eginkvotu á 85.000 tons. Hetta gjørdu vit, hóast ES og Noreg hóttu við bál og brandi, eitt nú við at forða fyri innflutningi av fiski til ES. Hetta kundi rakt heimaflotan og flakavinnuna meint, men kortini var semja um ikki at bakka longur, serliga við atliti til veruleikan um, at makrelurin fer eftir tí, sum hesin floti og vinnan skal liva av seinni.

Í skrivinum leggja teir, sum umboða lemmatrolararnar, aftrat, at heimaflotin hevur stóra virðing fyri teimum, sum hava gjørt stórar íløgur í skip við tí endamáli at fiska makrel og annan pelagiskan fisk.

- Tí halda vit tað eisini vera eina sjálvfylgju, at hesir fáa sín rímiliga part av makrelinum.

Felagið vísir á, at lemmatrolarar fingu í fjør høvi til at gera eina roynd at partrola eftir makreli í føroyskum sjógvi, og hóast tað vóru nógvir, sum vildu verða við, at hetta fór ikki at rigga, eydnaðist royndin væl.

- Vit duga at síggja, at makrelur eisini kann gerast eitt gott ískoyti hjá lemmatrolarum, sigur felagið, sum heldur, at skulu vit varðveita ein fjølbroyttan fiskiflota í Føroyum, heimahoyrandi í ymiskum økjum í landinum, er neyðugt at býta soleiðis, at flest møguligir hava møguleika at verða við.