Umráðandi at fáa sum mest burtur úr svartkjaftinum

- Eg havi við stórum áhuga – og at kalla hvønn dag - fylgt við gongdini hjá Atlantic Navigator, og tað er sera harmiligt, um henda vinna við framleiðslu av surimi úr svartkjafti nú dettur niðurfyri. Tað er umráðandi, at svartkjafturin, ið er eitt stórt tilfeingi, fer til ymisk endamál, tí hetta ger, at vinnan verður meira fjøltáttað, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø

Fiskivinna

Føroya fólk stendur spyrjandi, hví Atlantic Navigator veruliga fer úr Føroyum í heyst.
Í tíðindafráboðan sigur reiðarin, Hanus Hansen, at ”ein tann størsta orsøkin til avgerðina er tann ótryggleiki, sum seinastu tíðina er komin fram í sambandi við fiskarílógirnar og treytirnar fyri projektinum í hesum sambandi”.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur seg ikki skilja grundgevingarnar hjá reiðaranum, tí Atlantic Navigator hevur júst tey rættindi, sum hann hevði, tá ið hann kom í flotan.
- Atlantic Navigator fiskar av felagskvotu, og eg haldi avgjørt ikki, at grundgevingin hjá reiðaranum er røtt.
Hinvegin hevur landsstýrismaðurin skilt, at prísirnir á surimi ikki hava verið so góðir, sum roknað hevur verið við, at teir fóru at vera.
- Men eg havi eisini skilt, at prísirnir nú vóru betri aftur, leggur hann aftrat.

Bjørn harmast
Landsstýrismaðurin sigur seg vera sera harman um, at manningin er uppsøgd, og at felagið nú ætlar at taka skipið úr aftur føroyska fiskiskipaflotanum.
- Hetta er ein avgerð, sum felagið hevur tikið og ein avgerð, sum vit ikki kunnu gera nakað við.
Um ætlaðu fiskivinnulógirnar, sigur landsstýrismaðurin, at hesar eru ikki komnar í gildi enn, men hann dugir ikki at síggja, at hesar skulu verða nøkur forðing fyri framhaldandi vinnu hjá Atlantic Navigator undir føroyskum flaggi.
- Helst er tað so, at felagið sær størri møguleikar í Suðuríshavinum, har hetta skipið verður mett at vera væl egnað, og tí er tað hugstoytt, at felagið gevur landsstýrinum skyldina fyri avgerðina. Eg haldi avgjørt ikki, at høvuðsgrundgevingarnar hjá reiðarínum eru tær røttu, sigur hann.

Einki formelt
Bjørn Kalsø sigur, at fiskimálaráðið enn einki formelt hevur fingið at vita um, at Atlantic Navigator fer úr flotanum, og tí hevur hann heldur ongan hug at gera viðmerkingar til kvotuviðurskiftini hjá felagnum í framtíðini, um felagið ikki útvegar annað skip at fiska av kvotuni.
Í gjár og í morgin segði ein av manningini, sum er við Atlantic Navigator, at landsstýrið átti at latið tey, sum eru við skipinum og hava gjørt sær royndir í hesi framleiðslu, fingið kvotuna, so virksemið, ið lunnar nú eru lagdir undir, kann halda fram umborð á øðrum skipi.
Men hetta hevur landsstýrismaðurin sum so onga viðmerking til í løtuni.
- Vit hava sum nevnt onga formella umsókn fingið um, at skipið fer úr flotanum, ei heldur um, at annað skipið kemur í flotan í staðin. Vanliga er skotbráið, sum eitt felag fær til at brúka kvotuna, tvey ár, men viðurskiftini verða viðgjørd í hvørjum einstøkum føri, sigur hann.
Vit kunnu leggja aftrat, at í tíðindabrævinum, sum reiðarríð sendi út, eisini stendur fylgjandi:
”Tað er keðiligt at koma við uppsøgnum, men komandi mánaðirnar vilja vit meta um, hvussu felagið á besta hátt kann brúka fiskiloyvini og skapa nýtt virksemi...”

Ymiskar framleiðslur
Bjørn Kalsø endurtekur, at hann er sera harmur um, at felagið, sum stendur aftanfyri Atlantic Navigator, ætlar at taka skipið úr flotanum.
- Eg havi við stórum áhuga – og at kalla hvønn dag - fylgt við gongdini hjá hesum skipi, og tað er sera harmiligt, um henda vinna við framleiðslu av surimi nú dettur niðurfyri.
Landsstýrismaðurin heldur tað vera umráðandi, at svartkjafturin sum rávøra, ið er eitt stórt tilfeingi, fer til ymisk endamál, tí hetta ger, at vinnan verður meira fjøltáttað.
- Vit hava fleiri skip, sum landa svartkjaft til ídnað, sum síðan verður virkaður til mjøl og fóður, vit hava Atlantic Navigator, sum virkar surimi og mjøl úr rávøruni, og í triðja lagi eru eisini nøkur tons løgd upp á Kollafjord Pelagic, sum eru fryst til matna.
Bjørn vísir á, at aftrat hesum byggja teir, sum eiga Christian í Grótinum og Norðborg, eitt nýtt skip, sum eisini fer at hava møguleikar at gera meira burtur úr hesi rávøru.

Onga ávirkan
Vanliga verða sínámillum fiskiveiðiavtalur millum lond roknaðar í toskavirði, og tí spurdu vit landsstýrismannin, um tað í framtíðini kann fáa ávirkan á fiskiveiðiavtaluna við eitt nú russar, um virkingin umborð á Atlantic Navigator heldur uppat.
- Nei, eg haldi ikki, at júst hetta kann gerast ein orsøk til, at vit fáa minni í okkara part frá russum, sigur Bjørn Kalsø.