Ummæli: Skellilátur og fagnaðarróp í Sjónleikarhúsinum

ÓLAVSØKUKABARETTIN 2013: Kundi tú hugsað tær at íðka búkvøddarnar við at flenna hart, so er Sjónleikarhúsið staðið at fara hesar dagarnar. Ólavsøkukabarettin í ár bjóðar uppá ein sera skemtiligan góðan tíma saman við seks ungum og stak dugnaligum leikarum. Undirritaða sat frá byrjan til enda í skellilátri ferð eftir ferð saman við øllum hinum áskoðarunum. Fagnaðarrópini geltu eisini frá áskoðarafjøldini, tá stuttligast var. Men tað, sum undirritaða serliga beit merki í, var, hvussu avbera evnaríkir leikararnir eru.

 

Leikararnir í ár eru Barbara Hentze Í Stórustovu, Durita Dahl Andreassen, Lisa Í Dali, Mariann Hansen, Marita Svartá og Rakul Thomsen. Súsanna Tórgarð leikstjórnaði.

 

Onkur tykist at vilja gera nakað serligt burturúr, at leikararnir á pallinum eru kvinnur - helst tí tað ikki hevur verið so vanligt at síggja kvinnur í skemtiligum leiklutum. Men sannleikin er, at kynið missir púrasta týdning, sum leikur fer, tí tú verður so upptikin og hugfangaður av tí, ið fer fram á pallinum. Hesar kvinnurnar spæla bæði kvinnur og menn so meistarliga, at ein heilt gloymir fráveruna av mannligum leikarum.

 

Tað einasta, sum veruliga hevur týdning er jú, um leikararnir megna at halda tær føstum og undirhalda teg. Og tað gera tær, hesir pallvirtuosarnir, allan vegin gjøgnum eina sera fjølbroytta gongd á pallinum við skiftandi, rættiliga ymiskum sketsjum, sum tó allir eru stuttligir og undirhaldandi á hvønn sín hátt. Her er ein góð javnvág millum tað víðgongda, sum fær dundrandi láturin fram, og tað meira undirspælda, sum fær fólk at smírast.

 

Tær seks dámurnar eru allar frábera dugnaligar á so nógvum økjum. Tær duga væl at dansa, syngja, enntá at gera akrobatikk - og ikki minst - at spæla skemtiligan sjónleik.

 

Summar av teimum hava hesar heilt serligu gávurnar, sum onglendingar rópa at hava "funny bones". Fólk við "funny bones" megna, beinanvegin tey vísa seg á palli, at fáa fólk at flenna bara við at vera hjástødd. Her skaraðu kanska serliga tær báðar framúr - Mariann Hansen, kend frá "Keyp føroyskt" lýsingunum, ið millum annað ímyndaði løgmann, og Durita Dahl Andreassen, sum lesur á triðja ári á Skuespillerskolen ved Aarhus Teater, ið millum annað ímyndaði fíggjarmálaráðharran. Hetta verður sagt uttan at vilja taka nakað frá hinum leikarunum, tí allar eru tær nevniliga serstakliga evnaríkar og stuttligar á hvønn sín ymiska hátt.

 

Tað, sum hevur eyðkent Ólavsøkukabarettirnar - og kanska serliga tær bestu av teimum - er, at tær eru speirekandi og spæla við mørk okkara fyri, hvat er "hóskandi" ella sømiligt, og helst skulu leikarar tora at fara um mørkini. Ja, ein gerst heldur vónbrotin, um leikararnir IKKI fara um mørk. Men tað gera tær seks á palli so sanniliga - eisini hesaferð. Serliga er tað sketsjurin um Kára Post og "holini" við sínum sera greidligu kynsligu tilsipingum, sum kanska fær summi at øtast eitt sindur.

 

Politikkararnir fáa sum vanligt toyggið. Samgongupolitikkarar standa sjálvandi serliga fyri skotum, umframt útisetar, ið meta seg ov "fínar" til at koma heim, og tíðindamiðlar eisini. Makrel, makrel, makrel, sild, sild, sild, makrel, makrel… sigur sjónvarpsvertinnan í einum tilvitskuleysum orðafloymi. Eisini eru sketsjir, sum ikki sipa til nakað ávíst, men eru bara skemtiligir í sær sjálvum, so har er okkurt fyri einhvønn "smakk". Harumframt er tað ein fragd at síggja, hvussu nógv er gjørt burtur úr koreografiini. Kristina Ougaard Sørensen stóð fyri hesum.

 

Ein táttur, sum ikki má gloymast, er tónleikaliga síðan, sum eisini er avbera væl frágingin. Tónleikurin stuðlar stak væl uppundir sketsjirnar, og hevur sín part av æruni fyri, at áskoðararnir eru so væl við allan vegin.

 

Undirritaða kann avgjørt viðmæla fólki at unna sær bæði undirhaldandi og skemtiligu upplivingina í Sjónleikarhúsinum.

 

Ólavsøkukabarettin verður sýnd tvær ferðir í dag 29 juli, kl.18:00 og Kl.20:00, og aftur í morgin 30 juli, kl.18:00 og Kl.20:00. Í dag verða atgonngumerki seld við dyrnar ein tíma undan sýning. Og í morgin er forsølan av atgongumerkjum opin frá kl 16.00.