Nýggja skaldsøgan hjá Dagny Joensen Hvirlan er ein fólkslig ræðusøga, sum í ávísan mun gongur fyri seg í gerandisdegnum beint fyri eygunum á okkum
Skaldsøgan byrjar í besta ræðusøgustíli. Ein ógvuslig hvirla skræðir úthurðina í huldukenda húsinum hjá gomlu Onnu upp á víðan vegg. Súmbolikkurin er tættur frá byrjan. Stríðið hjá gomlu Onnu at fáa hurðina aftur verður ímyndin av royndunum at tiga sannleikan um lagnuna hjá Onnu í hel. Men beint sum Anna hevur fingið hurðina aftur, sær hon eina unga gentu standa pinnastilla úti á bønum og eygleiða seg. Hóast Anna ongantíð hevur sæð gentuna fyrr, fær hon alt fyri eitt eina óunniliga kenslu av einum serligum sambandi teirra millum. Hesuferð letur Anna sjálv hurðina upp og letur gentuna koma inn. Og harvið eru dyrnar settar á glopp, so stóra loyndarmálið um barnið hjá Onnu kann byrja ...
Samfelagsatfinning
Fýra kvinnur og trý ættlarlið skulu til, áðrenn seinasti pettið í stóra puslispælinum liggur, sum tað skal. Á ferðini hartil fáa vit eina til tíðir sera beinrakna lýsing av lagnum og lívi í føroyska samfelagnum, har burturtigingin ofta er eitt lívskor.
Gamla Anna er miðdepilin í søguni, og eins og hennara lagna, er Hvirlan ein fløkja av hálvum lygnum, eitraðari tøgn og gitingum. Sum skaldsøga hevur bókin alt, sum skal til, fyri at fáa tað at renna kalt niðureftir rygginum á lesaranum. Kortini fangar søgan ongantíð heilt. Til tað tykist hon ov hugsað og eftirgjørd. Orkan, sum verður brúkt uppá at flyta persónarnir runt í snirkluta leikinum, tekur luftina úr teimum sum menniskju. Sum lesari vildi eg fegin fingið eina kenslu av, hvat tað ger við eitt menniskja sum gomlu Onnu at verða so náðileyst viðfarin. Í staðin siti eg eftir við einum journalkendum dømi um umsorganarsvik og sálarligan yvirgang.
Tað kann sjálvandi hugsast, at høvundurin við hesum frásøguhátti vil vísa, at í einum samfelag, sum velur at tiga tað menniskjaliga í hel, mást tú sjálv kvetta tínar kenslur, um tú skalt yvirliva. Tað má verða tað einasta, ið til dømis kann forklára harðhjartaðu, køldu tøgnina, sum valdar í húsinum, tá Anna føðir sítt loyndarbarn. Sum samfelagslig atfinning rakar boðskapurin her lesaran sum ein múrsteinur í høvdið. Munandi meir fyndug er atfinningin, tá gamla Anna, sum ongantíð hevur verið hjá lækna fyrr, endar á landssjúkrahúsinum. Speiið svíður, tá vit síggja hana fyri okkum á hesi risastóru villiniborgini har stovnsfesta umsorganin verður tað nærmasta, hendan takksama, gamla konan kemur onkrum slagi av medmenniskjaligheit.
Jøvn rútma
Skaldsliga verður ikki stílað høgt í Hvirluni. Hetta ein fólkslig ræðusøga, sum spælir á streingir, vit kenna best frá lættisoppabókum, har søgan sjálv svarar spurningunum heldur enn at bjóða hugflognum ella intellektinum hjá lesaranum av . Kapittulheitini minna mest um eitt millumting millum skúla- og terapibøkur, so sum Dagsins skyldur hjá Onnu ella Fyrigeving og góðtøka, meðan dialogurin tíðum er tyngdur av ovurtýðiligum boðskapum - til dømis móti endanum, tá sjálv lívsins meining verður tvinnað inn eitt gerandisprát millum ungu Onnu og 10 ára gomlu dóttrina.
Bygnaðarliga hevur høvundurin betri tak á síni søgu. Rútman er jøvn, og sum heild ferðast lesarin nátúrliga saman við frásøgufólkinum inn og út úr ættarliðum og lagnum. Líka til seinast, tá ein innihaldsliga heldur malplaserað ungdómsfrásøgn verður heft uppí søguna. Her hevði Hvirlan avgjørt staðið sterkari sum skaldsøga, um hon varð verandi søgan um lagnuna hjá gomlu Onnu.