Umleið 50 hvalir løgdu beinini

Drápið gekk væl, og tað tók einar 10 minuttir frá tí, at fyrsti hvalurin var skorin á háls, til øll grindin hevði lagt beinini.

Grindin, sum nakrir ungir dreingir fyrr í kvøld funnu inni á hálvari Gøtuvík, tá teir vóru farnir ein túr at fiska, legði fyri løtu síðan beinini í Syðrugøtu, har væl av fólki tóku ímóti, tá grindin gjørdi landgongd.

 

Úr Syðrugøtu verður sagt, at drápið gekk rættiliga væl, og tað tók bara einar 10 minuttir frá tí, at fyrsti hvalurin hevði gjørt landgongd og var skorin á háls, til øll grindin hevði lagt beinini.

 

Beinanvegin, tá grindin kom inn ímóti í Syðrugøtu, hevði hon líka sum ikki hug at gera landgongd, men tað skuldi tó ikki ganga long tíð, til hon tók sjógv á bak og rendi seg upp á land, har fólk tóku ímóti.